Laksáfoss blandar búskap og valstríð

Magni Laksáfoss hevur ein keðiligan tendens til at lyfta seg sjálvan upp, við at seta sínar samgongufelagar í ringt ljós. Nú seinast leggur hann Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin undir at vilja boygna av valfepuri, tí teir vilja svíkja eina avtalu um avgjaldshækkingar á tubbaks-, sukur og fitivørum. Hann hevur meylað upp í saman um hetta bæði í Rás2 og í Útvarpinum og nú aftur í Sosialinum.

Nei, Laksáfoss, Javnaðarflokkurin stendur sjálvsagt við hesa semjuna, sum varð gjørd í smb. við fíggarlógararbeiðið. Hetta kunnu bæði floksformaðurin og formaðurin fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum vátta. Eins og eg sjálvur, sum eg eisini vísti á í løgtinginum. Okkara framsøgumaður var í farloyvi tá alt fíggjarlógararbeiðið fór fram, og er tað eisini eitt mistak at hann ikki er kunnaður nógv væl um tað sum staklutir í uppskotinum. Tað gjørdi hann eisini vart við seinni undir løgtingsviðgerðini av málinum.

 

Avgjaldsuppskotið kom enntá frá mær sjálvum og Javnaðarflokkinum undir fíggjarlógararbeiðinum, sum alternativ til tey heldur beisku uppskotini frá Fíggjarmálaráðnum, m.a. um at skerja rentustuðulin til húsa- og bústaðarlán, skerjing av inntøkutrygdini hjá fiskimonnum og mangt annað.

 

Við at skera 70 mió og harvið toppin av skattalættanum og við hesum avgjaldsuppskotinum upp á 30 mió, fingu vit samanlagt einar 100 mió. til at fíggja rættiliga stóru raðfestingar á vælferðarøkinum. Javnaðarflokkurin er fegin um fíggjarlógaruppskotið, júst tí raðfestingarnar til m.a. heilsu-, almanna- og skúlamál eru serstakliga stórar, kanska tær størstu nakrantíð. Tí standa vit sjálvandi við uppskotið um avgjaldshækkingarnar.

 

Hetta er eisini eitt skilagott heilsupolitiskt uppskot, men tað skal eg vísa á aðrastani.