Lakjuni fremur ikki lógarbrot

Barbara á Tjaldrafløtti sigur, at ongar lógarásetingar krevja av landsstýrismanninum, Jógvani á Lakjuni, at hann lýsir stjórastarvið í samanlagda ÚF og SvF leyst

-Tað er einki formelt krav, tá tveir almennir stovnar leggja saman, at ovasti myndugleiki lýsir starvið leyst.
Barbara á Tjaldrafløtti var forkvinna í bólkinum, sum orðaði almenna setanarpolitikkin. Hon er ikki av teirri sannføring, at landsstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni fremur lógarbrot, tá hann hevur gjørt av ikki at lýsa stjórastarvið í samanlagda ÚF og SvF leyst.
Hon vísir á, at dømi eru um fleiri almennar stovnar, sum hava lagt saman uttan, at stjórastarvið hevur verið lýst leyst. Einfalda grundgevingin hevur verið, at ovasti myndugleiki á almenna stovnunum ikki hevur mett, at tað hevur verið neyðugt.

Landsstýrismaðurin ger av
Í Sosialinum týsdagin helt formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, eigur at lýsa stjórastarvið í samanlagda ÚF og SvF leyst, tá fyribilsstjórin, Jógvan Jespersen, er liðugur við at fyrireika samanleggingina av loftmiðlunum, tí talan varð um ein grundleggjandi nýggjan stovn.
Jógvan á Lakjuni var ikki samdur við formanninum í Starvsmannafelagnum.
Hann metti ikki, at talan varð um ein nýggjan stovn, tá ÚF og SvF leggja saman, men heldur eina umskipan av tveimum stovnum, ið røkja somu uppgávur.
Við teirri grundgeving helt Jógvan á Lakjuni ikki, at tað varð neyðugt at lýsa stjórastarvið leyst.
Tað tykist tí verða ein træta millum landsstýrismannin og Starvsmannafelagið, hvørt samanleggingin hevur ein nýggjan stovn við sær ella ei.
Barbara á Tjaldrafløtti sigur, at spurningurin um nýggjan stovn má síggjast við atliti at um talan er um nýggjar uppgávur og nýtt og øðrvísi innihald, men at tað í prinsippinum er landsstýrismaðurin ið ger av, um talan er um eina samanlegging ella ein nýggjan stovn, og tekur síðan avgerðina um starvið skal lýsast leyst ella ikki.
-Hatta er metingarspurningur, tí eingin lógaráseting er um samanleggingar. Eg skilji væl sjónarmiðið hjá Starvsmannafelagnum um, at øll eiga hava møguleikan fyri at søkja starvið, men framferðarhátturin hjá Jógvan á Lakjuni er á ongan hátt ólógligur, sigur hon

Skuldu vit ikki havt lóggávu um starvsetanir í samband við samanleggingar?
Eg haldi ikki at hetta skal lógarásetast, tí tað kann gera skipanina ov stirvna. Tó haldi eg tað er umráðandi, at øll størv verða sett við kvalifiseraðum fólki, sigur Barbara á Tjaldrafløtti

Fordømi
Barbara á Tjaldrafløtti nevnir samanleggingina av Føroya Tollstovu og Líkningarráð Føroya í 1992 sum fordømið um samanleggingar. Samanleggingin millum hesar stovnar verður skýrd at vera størsta samanlegging av almennum stovnum í Føroya søgu.
-Tá metti ovasti myndugleiki, at talan var um eina samanlegging av tveimum stovnum, og ikki ein nýggjan stovn. Hóast røddir vóru frammi um, at stjórastarvið á samanlagda stovninum átti at verið lýst leyst, metti landsstýrismaðurin ikki tað var neyðugt, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.