Laila er 31 ára gomul. Hon er útbúgvin cand. ling. merc. á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur starvast í Televarpinum, síðani tað fór at senda fyri útivið sjey mánaðum síðani. Undan tí starvaðist hon eitt skifti hjá donsku ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuni O.B.H. Ingeniørservice.
Televarpið varð stovnað 3. juli í fjør. Bert fimm mánaðir seinni - 5. desember - fór tað undir regluligar sendingar. Nú dóttirfelagið hjá Føroya Tele hevur eitt ár á baki, meta leiðsla og nevnd, at fyritøkan hevur lagt byrjunartíðarskeiðið aftur um bak. Hesa fyrstu tíðina hevur menningarstjórin í Føroya Tele, Tróndur Djurhuus, eisini røkt starvið sum stjóri í dótturfelagnum. Hann fer nú burturav at arbeiða við ábyrgdarøkjum sínum í leiðsluni í Føroya Tele.
? Hetta er ein stór avbjóðing, sum eg gleði meg til at átaka mær.Televarpið er nakað nýtt og spennandi. Mær dámar væl at arbeiða í einum spennandi umhvørvi í menning. Eg taki tilboðið um stjórastarvið sum eitt álit á tað arbeiðið, eg longu havi lagt í Televarpið, síðani eg byrjaði í desember, sigur Laila Hentze.
Andras Róin, nevndarformaður í Televarpinum siugr, at Televarpið er tann higartil størsta royndin hjá Føroya Tele at skipa nýggj virkisøki, ið kunnu koma í staðin fyri mistar markanaðarpartar á kjarnu-virkisøkjunum, sum nú øll eru í kapping.
? Vit eru sannførd um, at Televarpið við framhaldandi tænastumenning og størri útbreiðsluøki eisini skjótt fer at geva eitt positivt fíggjarligt íkast til móðurfelagið.
Tróndur Djurhuus, sum nú fer frá sum stjóri, sigur, at hann er sera fegin um, at Laila Hentze er til reiðar at átaka sær stjórastarvið.
? Hon hevur gjørt eitt einastandandi arbeiði, síðani Televarpið fór at senda. Laila hevur góða útbúgving, og hon hevur júst tann rætta andan til at reka Televarpið sum tað, tað er - ein framtíðarfyritøka, sigur hann.