Lágt promillumark gevur úrslit

Færri fólk koyra ávirkað, og færri ferðsluóhapp eru orsaka av rúsdrekka, eftir at promillumarkið var lækkað

Í 2009 varð promillumarkið fyri bilførarar lækkað úr 0,5 niður í 0,2, og hetta hevur givið úrslit í ferðsluni, staðfestir nýggja álitið um rúsdrekka- og rúsevnispolitikk, sum Almannamálaráðið legði fram fríggjadagin.

- Tøl frá løgregluni árini 2008 til 2014 vísa eisini greitt, at talið av ferðsluóhappum orsakað av rúsdrekka eru í minking. Í 2008 vóru 165 ákærur móti persónum fyri at bróta ferðslulógina vegna promillukoyring og í 2015 vóru 105. Talið hevur verið støðugt fallandi hesi árini, undantikið í 2010 – árið eftir, at ferðslulógin varð herd. Tá varð talið av ákærum 99, stendur at lesa í álitinum.

Har verður eisini víst á, at jaligi virknaðurin av at seta promillumørkini niður sæst bert aftur, um reglan verður handhevjað.

- Besti mátin at handhevja ásetingina er við at steðga tilvildarligum bilførarum og lata teir blása í alkoholmátarar. Handhevjanin eigur at verða stuðlað av upplýsingarherferðum, ið hava til endamáls at tryggja, at fólk vita, hvat hendir, um tey verða steðgað av løgregluni.

Í rúsdrekkapolitikkinum verður mælt til at tryggja, at lága promillumarkið verður handhevjað. Eisini verður mælt til framhaldandi at stuðla hesi handhevjan við upplýsingarherferðum.