Nú verður tað hvørja løtu, at vit fáa at vita um verkfallið hjá ljósmøðrunum er av, ella um tað stendur við. Semingsmaðurin kallaði partarnar til samráðingarfund klokkan 11 í morgun, og hann hevur lagt eitt semingsuppskot fyri teir.
Og Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at nú verður tað hvørja løtu, at hann fer at vita um partarnir taka av uppskotinum, ella um annar parturin, ella báðir, vraka tað.
Hetta er ein seinasta roynd at fáa eina semju ímillum partarnar, áðrenn ljósmøðurnar herða verkfallið og taka øll undantøk aftur nú klokkan trý seinnapartin í dag.
Heldur verkfallið fram, verður eingin ljósmóður til arbeiðis eftir klokkan trý í dag, og tær hava eisini gjørt greitt, at tær fara heldur ikki til arbeiðis, sama, hvørja støðu tey koma í. Og tær leggja eisini alla ábyrgd frá sær, skuldi lív og heilsa komið í vanda av hesum, tí tær siga, at tað er arbeiðsgevarin, sum hevur ábyrgdina av, at trygdin er eftir forskriftunum.