Forsætisráðharrin í Ný Sælandi, John Key, sigur, at tað er skeivt at revsa muslimskar kvinnur, tí tær eru í burka. Orðini hjá stjórnarleiðaranum hava samband við ein tilburð fyri stuttum, tá tvær saudiarabiskar kvinnur vórðu koyrdar úr einum bussi í býnum Auckland, tí tær vóru í burka.
John Key sigur, at Ný Sæland er eitt frælst samfelag, og at tað er eingin orsøk til at nokta muslimskum kvinnum at ganga í burka. Hann leggur tó afturat, at sjálvandi eru ávís undantøk. Eitt nú sleppa muslimskar kvinnur, sum arbeiða í bankum ella ymsum trygdarstøðum, ikki at vera í burka, meðan tær eru til arbeiðis.
Fyri tveimum mánaðum síðani samtykti franska tjóðartingið at banna fólki at ganga í pløggum, sum fjala alt andlitið. Bannið umfatar eitt nú ávís klædnapløgg, sum muslimskar kvinnur brúka.