Tað koyrir væl hjá frændum okkara í útnorðri.
Íslendska fótbóltslandsliðið hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá EM-undankappingina í undankappingarbólki A, har Niðurlond, Kekkia, Turkaland, Lettland og Kasakstan eru mótstøðuliðini.
Íslendingar hava higartil spælt tveir dystir í bólki A, og talan hevur verið um tveir sannførandi 3-0 sigrar. Fyrst á Turkalandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, og síðani á Lettlandi í útidysti í lettiska høvuðsstaðnum, Riga.
Í kvøld standa niðurlendsku HM-bronsuvinnararnir fyri íslendingum á einum útseldum Laugardalsvølli, har ein stolt heimafjøld fer at gella við "Áfram Ísland".
Venjarin hjá íslendska landsliðnum, fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá Svøríki og Nigeria, Lars Lagerbäck er fegin um góðu byrjanina, og hann hevur góðar vónir til dystin, sum byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð í kvøld. - Vit kenna tað niðurlendska liðið. Teir hava góðar spælarar á øllum plássum, undirstrikar Lars Lagerbäck, men hetta ræðir ikki hann ella íslendsku spælararnar, sum við avrikunum higartil í bólki A, og við einari góðari heimafjøld síggja møguleikan fyri sigri ella javnleiki í kvøld.
Kolbeinn Sigþórsson, sum er stjørnuspælari hjá Ajax Amsterdam sigur við Morgunblaðið: - Niðurlendska liðið er millum tey bestu landsliðini í Evropa, men tað eru vit sum hava heimavøll. Hetta verður ein torførur dystur, men vit eru fremstir í bólkinum, og hava gott sjálvsálit, so vit fara óttaleysur inn til hendan dystin, sigur Kolbeinn Sigþórsson, sum ætlar at møta aftur til venjingar í Ajax Amsterdam við trimum stigum í skjáttuni. - Tað hevði verið mikið stuttligt at møtt í Amsterdam við einum sigri, sigur Kolbeinn Sigþórsson við Morgunblaðið.
| Ísland | 2 | 2 | 0 | 0 | 6-0 | 6 | |
| Kekkia | 2 | 2 | 0 | 0 | 4-2 | 6 | |
| Niðurlond | 2 | 1 | 0 | 1 | 4-3 | 3 | |
| Kasakstan | 2 | 0 | 1 | 1 | 1-3 | 1 | |
| Lettland | 2 | 0 | 1 | 1 | 0-3 | 1 | |
| Turkaland | 2 | 0 | 0 | 2 | 1-5 | 0 |









