Læra at gera film á Oyrarbakka

Í vetur ber til at fara til Oyrarbakka og læra at gera film

Í vetur fer skúlin á Oyrarbakka undir nýskapandi undirvísing.

Tað verður, tá ið undirvísing verður um film og um at gera film og tað verða teir báðir, Birgir Kruse, filmskønur og ritstjóri, myndin, og Sakarias Stórá, leikstjóri, sum verða undirvísarar.

Einasta kravið til tey, sum melda seg til undirvísingina, er, at tey hava áhugað fyri filmi.

- Hetta er ein sjálvsagdur møguleiki hjá skúlanæmingum, starvsfólki í ansingarstovnum, lærarum, og øllum sum vilja goyma tær ógloymandi og minniligu løturnar sum ikki koma aftur,  í livandi myndum, sigur Oddur Hente í Norðljómi, sum er ein av stigtakarunum.

 

- At læra um, og at gera film, er ógviliga hent amboð hjá miðnámsskúlanum, barnagarðinum,skúla, fyritøkum og felagsskapum sum vilja fáa sín boðskap út í heim, leggur hann afturat.