Læknin á Tvøroyri sagt seg úr starvi

Kommunulæknin á Tvøroyri, Arnhold Olavsson Jensen, hevur sagt seg úr starvi. Tað váttar deildarleiðarin á heilsumálaráðnum, Hansa Sørensen. Kommunulæknin sjálvur hevur annars absolutt onga viðmerking til uppsøgnina. Hann vil ikki so frætt sum vátta, at hann hevur sagt seg úr starvi, men í heilsumálaráðnum hava tey í dag fingið eina uppsøgn frá Arnhold Olavsson Jensen, sum er galdandi frá 1. januar 2014.


Uppsøgnin kemur í kjalavørrinum av søguni sum Sosialurin borðreiddi við í gjár, har kommunulæknin alment ráddi fólki frá at drekka drekkivatnið á Tvøroyri, tí tað var so mikið skitið, at tað var heilsuskaðiligt.


- Hetta er í besta føri uttan virðing fyri borgaran og í ringasta føri beinleiðis vandamikið fyri onkran. Eg skilji ikki, at kommunan kann leggja so lítið í borgaran. Antin er talan um vantandi vilja frá kommununi ella vantandi førleika. Veit ikki hvat er verri. Havi roynt at tosa við øll í kommununi, men eingin leggur í, hevur Arnhold Olavsson Jensen sagt á Facebook.


Í gjár ynskti hann ikki at koma nærri inn á sínar útsagnir í Sosialinum, men hann segði seg standa við tær ávaringar, hann var komin við.


- Nú havi eg sum lækni her á staðnum ávarað ímóti hesi vandastøðu. Og tí er tað nú upp til tykkum sum manna býráðið at gera nakað við hetta, ella mugu tit liva við avleiðingunum av einki at gera, skrivaði kommunlæknin eisini.


Í dag hevur Arnhold Olavsson Jensen gjørt álvara av sínum hóttanum, og sagt seg úr starvi.


Arnhold er 38 ára gamal og varð útbúgvin lækni frá Keypmannahavnar Universiteti í 2003. 1. mai í fjør tók hann við starvinum sum kommunulækni á Tvøroyri, men hetta hevur hann nú sagt frá sær.