Lægri skattainntøku í ár

Skattainntøkan fyri teir fyrstu 8 mánaðirnar í ár er 2,6 prosent lægri enn fyri sama tíðarskeið í fjør.

 

Skattainntøkan hjá Nes Kommunu fyri teir fyrstu 8 mánaðirnar í ár er 2,6 prosent lægri enn fyri sama tíðarskeið í fjør. Tó er skattainntøkan bert 0,6 prosent lægri enn tað, sum roknað er við í fíggjarætlanini fyri 2013.

 

Skattainntøkan hjá Nes kommunu í august mánað var tann lakasti mánaðin higartil í ár, og væl lægri enn í fjør.



Skattaavrokningin fyri august í ár er uppá 2.412.449 krónur, ímóti 2.644.732 krónur í fjør. Talan er sostatt um 232.283 krónur minni, ella 8,8 prosent.



Fyrstu 8 mánaðirnar var fyribilsskattainntøkan hjá Nes kommunu sambært uppgerðini hjá Taks, 21.597.617 krónur. Í fjør var inntøkan somu mánaðir 22.163.313 krónur, ella 565.696 krónur meiri. Hetta svarar til eina minni inntøku fyrstu 8 mánaðirnar í ár uppá 2,6 prosent.



Í  fíggjarætlanini fyri 2013 er inntøkan tó mett nakað lægri enn avroknað í 2012, og tí er fyribilsinntøkan fyri 2013 tó bert 0,6 prosent lægri enn metta inntøkan í fíggjarætlanini.