Tað eru fleiri, ið bjóða seg fram til ymiskar laðingaruppgávur, og millum útbjóðararnar er eisini Hjálpirót, ið hevur sítt egna fólk til hetta arbeiði. Tað eru tveir mans hjá fyritøkuni, sum næstan bara fáast við at laða.
Í løtuni arbeiða menn hjá Hjálpirót hjá privatum í Gøtu, og tá liðugt er í Gøtu, verður farið til Havnar at laða.
Hjálpirót hevur eisini laðað kirkjugarð í Hesti, har garðurin er víðkaður, og nøkur ár herfyri gjørdi fyritøkan eisini laðingaruppgávur í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn.
Hjálpirót tekur sær bæði av privatum og kommunalum uppgávum.
- Viðhvørt er laðing ein partur av urtagarðsarbeiðnum. Nøkur ynskja at gera alt rundan um húsini, og tá kann arbeiði hjá okkum saktans fevna um bæði útgrevstur, planering, laðing, tún, flísaálegging, grasvøll og plantingar, vita tey hjá Hjálpirót at siga.