Labour snarar til vinstru

66 ára gamli Jeremy Corbyn varð í gjár valdur til nýggjan formann í enska javnaðarflokkinum, men hann hevur lítla undirtøku millum fólk annars.

Jeremy Corbyn vann stórsigur í formansvalinum og fekk heili 60 prosent av atkvøðunum. Tó so, langt frá øll eru fegin um sigurin, serliga ikki fleiri í leiðsluni í flokkinum. Fleiri av sonevndu skuggaráðharrunum hava longu boða frá, at teir ikki kunnu samstarva við Jeremy Corbyn.

 

Jeremy Corbyn er gamal í garði í flokkinum, men hevur verið lutfalsliga ókendur higartil. Hann hevur tó megnað at vunnið sær stuðul frá verkamannafylkingunum og nógvum av vanligu borgarunum.

 

Politiskt hoyrir nýggi javnaðarformaðurin heima nakað væl úti á vinstra veingi, longur úti, enn hvat mett verður klókt, tá eitt parlamentsval skal vinnast. Fremstu politisku mál hansara hava verið at økja um ognarlut landsins í fyritøkum og at harta sitandi stjórn fyri at skerja vælferðartænasturnar. Millum teirra, sum hava ávarað flokkin ímóti at velja Jeremy Corbyn til leiðara, er fyrrverandi forsætismálaráðharrin Tony Blair.

- Um tú velur við hjartanum, og velur Jeremy Corbyn, skalt tú fáa tær eitt nýtt hjarta, segði Tony Blair.

 

Jeremy Corbyn ynskir eisini at sleppa sær av við ensku kjarnorkuvápnini, samstundis sum hann heldur, at Stórabretland skal taka seg úr NATO.

 

Sigurin hjá Jeremy Corbyn verður mettur sum eitt greitt tekin um, at javnaðarveljarar vilja hava flokkin út aftur á vinstra vong, eftir at flokkurin undir leiðslu av Tony Blair og hansara “New Labour” flutti seg inn móti miðjuni. Serfrøðingar eru tó á einum máli um, at tað verður sera torført hjá bretska javnaðarflokkinum at vinna nakað val, við Jeremy Corbyn sum leiðara.

 

Ein veljarakaning sigur, at einans 24 prosent av bretsku veljarunum meta Jeremy Corbyn vera egnaðan sum forsætismálaráðharra, meðan 39 prosent vænta, at Labour fer at tapa tey bæði næstu valini.