Ælabogin fær vitjan úr Noreg

Tónleikavitjan

Ælabogin, orkestrið hjá teimum menningartarnaðu, hevur nú virkað í 6 ár. Orkestrið, ið telur 16 fólk, er í støðugari menning. Orkestrið hevur spælt til fleiri høvi í Havn, og var áðrenn summarsteðgin ein túr í Klaksvík. Í fjør var orkestrið í Noregi á stevnu í Tróndheimi. Hetta var ein fráikur túrur, og meðan vit vóru har, komu vit í samband i við fleiri líknandi orkestur. Fleiri teirra høvdu áhuga í at koma til Føroya.
Nú er so ein vitjan komin í lag. Ælabogin fær vitjan av Haug Musikkorps og Austjord Musikkorps, eitt ferðalag, ið telur 65 fólk. Her eru tónleikarar, leiðarar og stuðlar. Tey koma við Norrønu mikudagin 1. september og vera til mánadagin 6. september. Meðan tey eru her, fara vit at ferðast runt við teimum, eisini fara tey at hava konsertir. Tann fyrsta verður í Mentunarhúsinum í Fuglafirðið fríggjakvøldið 3. sept. kl. 19.00 og tann seinna verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 5. sept. kl. 16. Umframt hesar fara tey fríggjadagin at spæla fyri næmingum á felagsskúlanum á Oyrabakka og leygardagin í Miðbýnum í Havn og í SMS.
Í Orkestrinum Ælabogin spæla vit mest til populeran rytmisk tónleik, ið eru rímuliga lættur at kenna og endurgeva. Soleiðis er ikki í Noregi, har tey hava tónleikarar, ið eru væl fyri, og duga at spæla frá nótum. Eisini hava tey tónleikarar, ið hava gingið til spæl í fleiri ár. Hetta ger, at tey hava eina stóra skrá, ið tey spæla.