Fløgan Lívsins land við Ólavi á Váli hevur endurtikið toppin á sølulistanum hjá 3aranum. Fløgan lá í tríggjar vikur ovast á sølulistanum, áðrenn hon varð útseld. Hetta merkti, at Now 13 og savnsfløgan hjá Kularrótum sluppu at lána fyrsta plássið í tvær vikur. Men nú er eitt nýtt upplag komið.
Útgevarin Evangeliska Røddin sigur, at fyrstu 2000 eintøkini vórðu seld innan fyri ein mánað, og tí gjørdist eitt stutt tíðarskeið, har ongar fløgur vóru, men nú skuldu allir handlar havt fløguna aftur. Petur Sørensen úr Evangelisku røddini sigur, at hetta er best eydnaða útgávan hjá forlagnum, og tað gleðist hann um.
Now 13 er dottin niður á triðja pláss, og Kularrøtur á fjórða, nýggj inni á øðrum plássi er Highest Hopes fløgan og dvdin hjá Nightwish.
Umframt Lívsins Land og Kularrøtur er einasta føroyska fløgan á listanum Førist hjá Páll Finnur Páll. Hon er hesa vikuna dottin heilt niður á 10. pláss.
Alt hjá Kim Hansen, sum hevur verið trúgv í top 5, síðan hon kom út í summar, er dottin av listanum hesa vikuna. Sambært 3'aranum er hetta ikki tí, at sølan av fløgum hjá Kim er munandi minkað seinastu vikuna, men heldur eitt úrslit av, at fleiri nýggjar fløgur eru komnar á marknaðin, og nógva sølan av teimum, hevur skumpað Kim av listanum. Fløgan við Kim selur øgiliga støðugt.