Lívlangt fongsul bleiv tvey ár

Fyri tveimum árum síðani varð nasisturin Josef Scheungraber dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri brotsverk undir seinna heimsbardaga. Men nú sleppur hann leysur.

Undir rættarmálinum, sum var í týska býnum München, og sum vardi 11 mánaðir, varð Scheungraber funnin sekur í at hava tikið 10 italiumenn av døgum. Hann helt alla tíðina uppá, at hann var ósekur, men rætturin dømdi hann lívlanga fongsulsrevsing.

Men nú skrivar Ritzau-tíðindastovan, at Josef Scheungraber sleppur úr fongslinum. Orsøkin er sambært verjanum, at hann er ov veikur sálarliga til at sita dómin. Tí hava myndugleikarnir gjørt av at lata hann leysan.