Lívið er ov stutt til at keða seg

TILVERA - Eg keði meg ikki eina einastu løtu. Eg haldi faktist, at lívið er ov stutt til at keða seg, sigur 75 ára gamli tvørámaðurin, havnamaðurin og nú kaldbaksmaðurin, Erik Mortensen. Fyrrapartin í gjár var hann farin sær ein gongutúr, saman við hundinum Baldur. – Eg havi eitt gott lív, sigur hann.

Kaldbak: Tað er fyrrapartur á degi, og nakað av kulda er í luftini. Veðrið er gott, nú klokkan er farin beint av tíggju, og eitt frekt æl júst er farið framvið.
Í bygdini er ikki nógv lív at síggja hesa løtuna – og tó: Nakrir seyðir á bygdarvegnum gera sítt til, at bilførararnir mugu ansa sær eina eyka ferð í hálkuni. Onkur hendinga bilur fer eisini strúkandi framvið hesum eina persóninum, sum er til gongu hesa løtuna.
Her, mitt inni í sjálvari bygdini er Erik farin ein túr við hundi sínum, Baldur. Fyri teir báðar hevur vindur, kuldi og hálka einki at siga. Tað at ganga sær ein túr, er nakað teir gera hvønn einasta dag.
- Vit búgva her uttast í bygdini. Og vit plaga at ganga okkum ein lítlan túr – ein hundatúr, sum eg kalli tað – inn á Bø og so útaftur.
- Tað er ein túrur, ið okkum dámar sera væl, sigur Erik við einum brosi.
Erik kom til Havnar av Tvøroyri sum 20 ára gamal, her hann millum annað hevur arbeitt sum bakari og við ymiskum uppgávum hjá orkufelagnum SEV.
- Fyri eini átta árum síðani fluttu vit higar úr Havn. Tað hevur einki at siga, tí sambandið við Bussleiðini er sera gott við fleiri túrum um dagin. Bert spell, at ikki fleiri gera brúk av hesum ótrúliga tilboðnum.

Ikki ov langt
Tað kann tykjast undarligt at ein tvørámaður fyrst skal flyta til høvuðsstaðin, og síðani til eina so lítla bygd sum Kaldbak.
Hóast onkur vil siga, at bygdin er lítil, so er hon kortini vaksin á hvørjum ári síðani 1986. Tá búðu 147 fólk her, men í dag eru tey nærum 100 fleiri.
Men fyri Erik hevur tað einki havt at siga at skula búgva soleiðis á bygd. Her trívist hann væl.
- Tað var sjálvandi fínt at búgva í Havn, men mær dámar nú eisini væl í Kaldbak. Her er sera gott at búgva, slær hann fast.
- Her er akkurát tilpass at búgva. Og ja, - skal man absolut búgva uttanfyri Havnina, so er Kaldbak eitt tað stytsta sum man kann fara, sigur hann.
Kring um hann er sera vøkur náttúra: Kaldbaksfjørður við sínum skiftandi lagi. Og síðani fjøllini og hagin, sum honum dámar væl at ganga í.
- Vit eiga eina fantastiska náttúru. Hana mugu vit for alt í verðini verja, slær hann fast.

Forkelaður hundur
Erik er fyri fleiri árum síðani farin frá við eftirløn. Og nú fær hann tíðina at ganga her í lítlu bygdini, sum eisini hoyrir við til Tórshavnar Kommunu.
- Eg veit ikki. Eg fái næstan ikki dagin at strekkja til, sigur hann við einum brosi.
Í gjáramorgunin var hann, eins og vanligt er, árla á fótum. Honum dámar nevniliga væl at fara upp tíðliga.
- Ja, eg fór upp longu klokkan seks. Og so tendraði eg útvarpið, samstundis sum eg smurdi mær sjálvum eitt breyðstykki til morgunmat, greiðir hann frá. – Og Baldur, hann fekk sjálvandi eisini sítt at eta. Eg haldi, at hann er eitt sindur forkelaður.

Ælið freka
Eftir at hava lurtað eftir morgunsendingini í útvarpinum eina løtu, var tíðin komin til at hundurin skuldi luftast.
Hetta er eitt, sum teir báðir gleða seg til, tí so fær ein líkasum tvey fyri eitt: Ein góðan gongutúr og fríska luft.
Hann gjørdi seg kláran at fara út fyri dyr, men júst tá kom eitt rættiliga frekt kavaæl. So teir settust aftur eina lítla løtu.
Men beint sum ælið var farið sín veg, løgdu teir til brots – inneftir í bygdina.
- Eg plagi at ganga gjøgnum bygdina og so heilsar man teimum man møtir. Og so venda vit heimaftur – akkurát sum nú, tú steðgaði mær her beint innanfyri kirkjuna, greiðir Erik frá.
Júst hvat var á skránni restina av degnum, var hann ikki fult greiður um tá.
- Tað verður kanska til ein innkeypstúr í Havn.




Niður á bakka við fuglinum
Eitt av stóru áhugamálunum hjá Eriki Mortensen hevur verið og er fuglameingið. Tað er helst so, sum onkur tók til, at fuglameingi er landsvirði.
Soleiðis var helst fyrr, men í dag er munandi broytt á hesum øki. Og Erik er ikki í iva um støðuna, tá hann fær spurningin settan:
- Tað stendur illa til við fuglinum, bæði á sjógvi og á landi.
Landfuglurin fær ikki nóg mikið av føði, og tí minkar stovnurin ógvusligt. Og sjófuglurin hann hevur minkað í nógv ár – summi ár meiri, og onnur ár minni. Men tey seinastu árini hevur tað bara gingið ein veg – tann skeiva.
- Mín teori er, at tað er makrelurin “sum fyllir ov nógv upp í landslagnum”, sum hann tekur til.
– Hann hevur sera stóra ávirkan á lívið á landgrunninum, men hevur samstundis sera stóran týdning fyri búskapin á landi, sigur hann við einum brosi.
Hann hevur eisini við áhuga fylgt við sendingunum í sjónvarpinum, har fuglalívið við Mývatn í Íslandi er lýst bæði væl og virðiliga.
- Eg kundi øgiliga gott hugsað mær at farið til Íslands. Men tja, - eg veit ikki. Eg eri helst ov gamal til tað, og tað er eisini so langt og vítt um at fara í Íslandi, sigur hann við einum brosi.