Á lívi eftir 17 dagar í koparnámi

33 menn, sum hava verið innistongdir í einum gull- og koparnámi í Kili í 17 dagar, eru á lívi. Tað fingu myndugleikarnir vissu fyri í gjár, tá menninir høvdu smurt máling upp á ein bor, sum bjargingarliðini høvdu borað niður í námið.

Staðið, sum teir innistongdu menninir eru á, er einar 700 metrar undir jørð og einar sjey kilometrar inni í náminum.

Bjargingarliðini siga, at tað fer at taka einar fýra mánaðir at bora ein nýggjan tunnil niður til menninar. Í fyrsta umfari er ætlanin at lora nakrar tunnar slangur niður til menninar, sum teir so kunnu fáa mat og vætu ígjøgnum. Ætlanin er eisini at lata teimum útgerð, so tað ber til at hava samband við teir.

Kilsku námsmyndugleikarnir siga, at nakrar vatngoymslur eru niðri í náminum, og tað hevur gjørt sítt til, at menninir eru á lívi enn. Í náminum er eisini ein luftskipan, sum hevur givið teimum nýggja luft.