Lívfrøðiligt fjølbroytni: Hesi djórini eru útdeyð seinastu 10 árini

- Í dag er altjóða dagur fyri lívfrøðiligum fjølbroytni hjá ST.

Í dag er dagurin, sum ST hevur valt at seta av til lívfrøðiligt fjølbroytni. ST sigur, at tað er umráðandi at varpa ljós á hetta við at seta ein dag av til at minnast týdningin av hesum, tí menniskja atferð ger, at djór javnan doyggja út. 

 

- Meðan tað er vaksandi tilvitska um týdningin av lívfrøðiligum margfeldi, og hvussu stóran týdning tað hevur fyri heimin, so er talið av djórum alsamt minkandi orsaka av menniskjaligum gerðum, skrivar ST um orsøkina til altjóða dagin fyri lívfrøðiligt fjølbroytni. 

 

 

Tað verður meint, at dagliga doyggja plantu og djórasløg kring heimin, men tað er trupult at prógva júst, hvussu stórt talið er. 

 

 

Sambært altjóða yvirlitum sæst tó, at tað eru fleiri djór, sum man hevur prógv fyri eru útdeyð seinastu 10 árini. 

 

 

Eitt er til dømis gylti froskur, sum sæst í myndamappuni her. Hesin froskurin livdi einans í Costa Rica og var einaferð eitt púra vanligt djór. Nú er tað tó so, at eingin hevur sæð froskin síðani 1989. Í august 2007 var hesin gylti froskur staðfestur sum útdeyður. 

 

Hawaii krákan er eitt annað djór, sum var staðfest útdeytt í 2002. Í gjøgnum fleiri áratíggju vórðu tiltøk sett í verk fyri at bjarga krákuni, men granskarar meta, at tað vóru sjúkur, sum endaliga tóku lívið av djóraslagnum. 

 

 

Pyrenean ibix er heitið á einum reindjóra-líknandi sponskum djóri, sum var púra vanligt at síggja í Fraklandi og Spania fyrst í 1900 talinum. Men stovnurin minkaði alsamt og í 2000 doyði seinasta djóri av slagnum. Síðani hevur man roynt at endurskapa djóri við tøkni og dna royndum frá uppruna slagnum. Hetta eydnaðist í 2009, men fáar minuttir aftaná lív kom í, doyði tað aftur orsaka av trupulleikum við lungunum. 

 

 

Blái fuglurin við heitinum spix macaw er ikki sæddur í náttúruni síðani ár 2000. Tó eru enn nakrir, sum liva undir eftirlitið á einum djóragarði, og hesin fuglurin er á listanum fyri djór, sum eru í stórum vanda fyri at doyggja út.

 

 

Svarti nashyrningurin úr vestur Afrika er nú mettur at vera útdeyður. Hann var einaferð sera vanligur í mið og vestur Afrika, men orsaka av loyniveiðu er hann útdeyður. Allir nashyrningar eru í vanda fyri at doyggja út, tí teir vera mangan offur fyri loyniveiðu. 

 

 

Kinesiski baiji delfinin er á listanum fyri at vera í sera stórum vanda fyri at doyggja út, men granskarar siga, at tað er vandi fyri, at tað longu er hent. Í 2006 fóru granskarar undir at kanna eitt sera stórt havøki fyri at finna hesa delfin, men tað eydnast ikki at finna ein einasta av teimum. 

 

 

Aftrat hesum eru uttan iva fleiri onnur djórasløg, sum eru útdeyð.