Fólkaheilsustøðan hjá tí einstaka og fjøldini hevur stóran týdning fyri samfelagið og arbeiðsmarknaðin.
Tí skipa Fólkaheilsuráðið og Krabbameinsfelagið saman við Gallup Føroyar fyri evnisdegi um evnið.
Evnisdagurin verður 28. Januar á Hotel Føroyum, og heitið er Lív og heilsu mín ábyrgd og okkara felags ábyrgd.
Høvuðsfyrilestrarhaldri verður svenski yvirlæknin Per Gärdsell, sum í Svøríki verður mettur sum hin fremsti serfrøðingurin og meiningarmyndarin á fólkaheilsuøkinum.
Hann tók stig til eina verkætlan, har ítróttur, rørsla og heilsa vórðu sett á tímatalvuna í einum skúla. Tað var í 1999, og síðan hava fleiri aðrir skúlar gjørt tað sama.
Á evnisdegnum fer hann at greiða frá heilsufremjandi leiðslu og strategium, sum kunnu brúkast nógvastaðni.