Lív Næs og Tróndur Enni í Havnar Kirkju

Í samband við at jólini eru byrj­að í Havn verður tón­leikur at hoyra ymsastaðin í bý­num. Jól í Bringsnagøtu skip­ar fyri til­tøkum í havnar Kirkju har m. a. nógv framúr tal­ent fara at syngja og fram­føra ym­iskt í Havnar kirkju.

Í leygar­kvøld­ið var tað Mans­kórið Tórskallar, sum sungu og sunnukvøldið í kvøld fer Lív Næs at syngja. Skráin í kirkjuni er annars fjølbroytt.

Luciagonga gonga verður, Barn­a­kór úr Sankta Frantz syng­ur, blásarakonsert verð­ur og kirkj­u­ár­ið verður sung­ið inn.
Komandi týskvøld tann 29. nov­ember fer Tróndur Enni á pallin í kirkjuni. Allar fram­førslur byrja kl. 20.00 og vara uml. ein hálvan tíma.

Tónleikurin er lagdur so­leið­is til rættis, at aftaná at handl­ar­nir og Bingsnagøta steingja, so endar kvøldið í Havn­ar kirkju.