Tórshavnar kommuna umsitur eitt sanglegat, og nevndin hevur avgjørt at lata til ungu songkvinnuna Lív Næs
Sanglegatið er stovnað til minnis um Sannu Dahl Waagstein.
Nevndin fyri sanglegatið helt fund hósdagin 19. november 2009.
Eftir umsókn varð samtykt at lata Lív Næs stuðul í sambandi við sanglæru í solosangi.
Nevndin samtykti at lata Lív Næs kr 10.000 í stuðuli.
Tey, ið manna Nevndin fyri sanglegatið til minnis um Sannu Dahl Waagstein eru
Heðin Mortensen, Bjarni Bæk og Sanna í Brekkunum. Jákup Simonsen er skrivari.
Myndin av Lív Næs er tikin á Selatrað í summar, har hon og Niels Midjord sungu fyri
400 áhoyrarum á familjulegu hjá skótunum. Bárður Toftum Petersen tók myndina.