Lóuþrælar á Føroyavitjan

Íslendska kallakórið, Lóuþrælar, varð stovnað í februar 1985, men tað er ein kvinna, ið stjórnaði kórinum.

Olof Pálsdóttir av Ytru Bjarg, seinni landmansfrúa á Bessastøðum, er kórleiðari. Hon verður vanliga kallað Lóa, harav navnið á kórinum. Hon hevur í áravís verið organistur við sóknarkirkjurnar í Melstað og Staðarbakka og stjórnaði kirkjukórunum har. Hon var kórleiðari fyri Lóuþrælar fram til 2003, tá Gudmundur Stefan Sigurdsson tók yvir

Kórið hevur gjørt nakrar uttanlandsferðir gjøgnjum árini, og í juni 1988 fóru sangarar við konum til Týsklands við makum. Á sumri 2010 var kórið í Kanada og Norður Amerika, har kórið sang til Íslandskan dag í North Dakota og Gimli. Eisini gav kórið eina konsert í Riverton.

Og í ár gongur leiðin so til Føroya.

Kórið hevur eisini givið út tvær fløgur. Í 1994 kom »Gomul spor« út. Hetta var fyri at hátíðarhalda 10 ára dagin hjá kórinum, men eisini fyri at halga minnið um Bjørn Einarsson, landmanni á Bessastøðum, ið var við til at stovna kórið.

Í 2002 kom fløgan, »Húmljóð«, sum er ein blanding av Lóuþrælir og Sandlóurnar, ið er eitt kór stovnað av makum og eksmakum hjá sangarunum í Lóuþrælir.

Kórið hevur konsertir í Vesturkirkjuni mikudagin klokkan 20.00 og á Lágargarði fríggjadagin klokkan 14.30