Látur, larmur og livandi tónleikur

Um vikuskiftið vóru tvær spennandi sangskrivarakonsertir í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Góður tónleikur, nógvur látur og tekniskir trupuleikar eyðkendu fríggjakvøldið, meðan leygarkvøldið var tómligt, men framvegis gott.

Fríggjakvøldið

Skrá:

Rókur Jákupsson

Terji Rasmussen

Eivör Pálsdóttir

-----------

 

Eftir at hava koyrt runt og runt og runt á Vesturbrúgv í eina góða løtu, fann eg endiliga eitt parkeringspláss. At leita eftir einum parkeringsplássi mitt í Keypmannahavn er sum at leita eftir nál. Bara eitt sindur torførari.

 

Vegirnir eru pakkaðir á báðum síðum, og frástøðan millum hvønn bilin er í miðal 15 sentimetrar. Parallelparkering nærum hvørja ferð. Frálíkt.

 

 

Donsk innrás

 

Ætlanin var at gera eina stutta samrøðu áðrenn konsertina, men tá ið eg kom inn í Føroyahúsið, lítlan hálvan tíma áðrenn konsertbyrjan, gjørdist greitt, at hendan mátti bíða. Salurin var longu hálvfullur, og skuldi eg gera mær nakrar vónir um at fáa eitt líkinda sitipláss, so skuldi eg seta meg við tað sama.

 

Blokk. Penn. Myndatól. Telefonina á ljóðleyst. Góða tíð at gera alt klárt.

 

Málningar hjá Annelisu Johansen prýddu veggirnar inni í Føroyingahúsinum. Sá bara gott út, eftir míni meting. Málningarnir altso. Í bakgrundini hoyrdist Teitur, ið sang um at verða verandi undir stjørnunum.

 

Meðan eg sat og bíðaði, legði eg merki til, at nógv av prátinum millum áhoyrararnar gekk fyri seg á donskum. Stuttligt, at tað ikki bara eru føroyingar, ið tíma at lurta eftir føroyskum listafólki í Føroyahúsinum. Skål for det!

 

 

Ikki ‘inniligar konsertir’

 

Nýggi leiðarin av Føroyahúsinum, Hans Petur í Brekkunum, hevur allarhelst eisini lagt merki til nógvu danirnar, tí meiri ella minni beint á slagnum átta, bjóðaði hann øllum vælkomnum til intim-konsertir í Føroyahúsinum.

 

Hann greiddi skemtandi frá, at onkur miðil hevði umsett ‘intim-konsertir’ til ‘inniligar konsertir’, sum avgjørt ikki var tað sama. Tey flestu hildu hetta vera stuttligt - uttan eg. Tá ið eg hugsi eitt sindur gjøllari um tað, so er ‘inniligar konsertir’ ikki besta umsetingin, eg havi gjørt í mínum yrki sum blaðmaður. ‘Nærkonsertir’ hevði verið eitt betri orð.

 

 

Backyard Charlie

 

Fyrstur á palli var Rókur Jákupsson. Fyrr í ár vann havnarmaðurin Planet-virðislønina fyri Besta Sangara. Og framførslan hetta kvøldið staðfesti, at heiðurin var væl uppiborin. Rókur hevur eina rødd, ið egnar seg væl til tað heilt stilla og fína, men kann samstundis eisini vera orkumikil og stór.

 

Rókur hevur skrivað løg í nógv ár. Tíðliga í tannárunum skrivaði hann saman við Halli Johannesen landapláguna um apuna Charlie. Og royndirnar hoyrast aftur.

 

Løgini eru góð og væl løgd til rættis. Serliga lagið ‘Backyard Traffic’ er vakurt og sat eftir í mínum høvdi, tá alt var liðugt og sløkt.

 

Júst hetta lagið hevði rist allan tann føroyska tónaleikapallin, tá ið tað kom út og skrætt seg uppá eitt 8. pláss á ‘15 teimum bestu’, segði ein sjálvspeiligur Rókur. Sera stuttligur og vælorðaður. All That Rain-sangarin gav kvøldinum eina góða og killaða byrjan.

 

 

Terji og tannáringaminnir

 

Miðlingurin, men tó hin elsti hetta kvøldið, var Terji Rasmussen. Hann legði hart út við Moirae-lagnum ‘Brillumenn’ og greiddi frá, at tíðin í Moirae var ein ótrúliga góð tíð við nógvum fantastiskum minnum.

 

Um tað eru tær hundraðtals framførslurnar, hann hevur havt gjøgnum tíðirnar, ella tað bara er viðføtt, dugi eg ikki at siga, men hann hevur eitt óvanliga gott tak á áhoyrarafjøldini. Stuttligur, sjarmerandi og lítillátin. Góð uppskrift.

 

Hóast hann ikki er í sama formi, sum hann hevur verið, so syngur hann væl og megnar framvegis at raka teir heilt høgu tónarnar - næstan hvørja ferð.

 

Nú eri eg uppvaksin við Frændum, Føstufressum og sjálvandi Terja eisini, so fyri mítt viðkomandi vóru nógvir av sangunum hetta kvøldið rættiliga litaðir av kenslum og tannáringaminnum. Men sangir sum ‘Mamma’ og ‘Ljóðmynd’ eru góðska – við ella uttan kenslur og minnir.

 

Serliga ‘Ljóðmynd’, ið Anker Eli Petersen hevur yrkt, er ein av teimum heilt fáu sangunum, ið íbirtir eitt so sterkt huglag, at tað dregur meg inn í sangin. Hendir sera sjáldan.

 

 

Røddin

 

Eftir ein lítlan steðg við kaffi og vinapráti, var tíðin komin til Eivör, sum uttan iva var høvuðsnavnið á kvøldinum og allarhelst eisini í vikuskiftinum. Unga gøtugentan hevur fyri stuttum givið út fløguna ‘Mannabarn’, sum hevur fingið nógv rós frá ummælarum í seinastuni.

 

Við sær á palli hevði hon Benjamin Petersen á el-gittara, meðan systrarnar Maria og Jonna Johannesen sungu kór.

 

Heitislagið var fyrst á skránni og hóast løg av nýggju fløguni vóru spæld – ‘Elisabeth og Elinborg’,‘Dansins harri’ og ‘Grát ei’ – so var meginparturin gomul ella spildurnýggj løg. ‘Nú brennur tú í mær’, ‘Trøllabundin’, ‘Átjan’, ‘Mær leingist’ og so spildurnýggja ‘Mussisjúk’ vóru nøkur av løgunum í ljóðaðu í Føroyahúsinum fríggjakvøldið.

 

Eivör hevur ment seg nógv sum gittarspælari, og hon ger tað væl. Men tað er eingin ivi um, at tað er røddin, ið fangar og lyftir Eivör upp á eitt pláss fyri seg. Um hon bara sang og ikki hevði nakað ljóðføri aftrat sær, hevði tað framvegis verið nøktandi fyri meg. Heilt einastandi og í einum flokki fyri seg sjálva.

 

 

Baldur og brak

 

Men sum tað so ofta er, so var framførslan darvað av tekniskum trupulleikum. Ikki tí; ljóðið var sera gott hesi bæði kvøldini í Føroyahúsinum við Jónas Bloch og Baldur Kampmann handan knøttarnar. Men mitt í framførsluni hjá Eivör byrjaðu smá brak at koma úr hátalarunum. Hesi komu og fóru, men stjólu myndina og plettaðu heildarupplivingina. Stórt spell.

 

At enda gjørdist tað so ótolandi, at Eivör steðgaði øllum og bað um ein lítlan steðg, soleiðis at trupulleikin kundi rættast.

 

Trupulleikin vísti seg at vera streymurin á pallinum. Hetta varð orðnað, og síðstu sangirnir koyrdu sum smurt.

 

 

 

------------

LEYGARKVØLD

Skrá:

Høgni Reistrup

Jensina Olsen

Høgni Lisberg

-------------------

 

Sum sagt, so varð tað um reppið, at eg ikki endaði aftast í salinum fríggjakvøldið. So leygarkvøldið hevði Sosialurin umboð á staðnum í góðari tíð.

 

Eg kom inn í forhøllina í Føroyahúsinum umleið klokkan hálvgum átta og sá, at hurðin inn í salin var latin aftur. Skít! Ov seinur.

 

Eftir eitt skjótt eygnakast í spegilin andaði eg inn og opnaði hurðina inn í salin. Sera, sera keðiligt hjá einum ummælara, ikki at fáa alt við av einari konsert. Í øllum førum hesum.

 

Men tá ið eg komi inn, er salurin tómur. Okkurt arbeiðsfólk gjørdi barrina klára, men eingin áhoyrari var komin. Nú skilti eg einki. Dagin fyri var hálvfult um hesa tíðina, og nú var tómt?

 

Smátt sum smátt gekk tað upp fyri mær, at tað sjálvandi var lagnudysturin millum Danmark og Svøríki, ið gjørdi um seg. Um ein ikki var í arbeiðsørindunum, hevði ein allarhelst eisini sitið heima framman fyri sjónvarpinum og hugt. Keðiligt teima.

 

Eg bar eyga á Hans Petur í Brekkunum, sum er dagligur leiðari í Føroyahúsinum, og fekk nakrar viðmerkingar frá honum um tiltakið, áðrenn konsertin byrjaði.

 

Tryggur og sterkur

Eitt korter yvir átta setti Høgni Reistrup hol á kvøldið. Fyri fáum mánaðum síðani gav hann út sína frumfløgu, ið kallast ‘Hugafar á ferð’, og hevur hon verið nógv at hoyrt í loftmiðlunum í summar.

 

Tónleikurin á fløguni er væl grundaður á Høgnasa gittarspæl og sang. Ein kann siga, at øll hini ljóðførini flyta seg runt um hesi bæði, sum standa trygt og sterkt í miðjuni á ljóðmyndini.

 

Júst av hesi orsøk kendist tað ikki tómt og nakið, tá ið ‘Býurin við ánna’, ‘Tak meg við’ og aðrir sangir hjá unga manninum vórðu spældir við gittara og sangi einans.

 

Samstundis hevur Høgni fult tamarhald á bæði rødd og gittarspæli, og tað ger, at tú sum lurtari hvílir og kann njóta til fulnar heldur enn at krympa tær.

 

Sjarma, sjarma, sjarma

Í hølunum á Reistrup kom Jensina Olsen. Hon traðkaði av álvara inn á føroyska tónleikapallin í fjør við at vinna Singer/songwriter-kappingina 2006, sum Hotel Hafnia skipar fyri á hvørjum árið.

 

Áðrenn hon fór í holt við sína framførslu, nýtti hon eina løtu at lýsa eitt sindur fyri fløguni hjá Høgna Reistrup, sum kundi keypast við barrskivuna. Í røttum sølumansstíli eggjaði hon fólki til at fara tíðliga í holt við jólagávurnar í ár og ogna sær nøkur eintøk av fløguni, nú hon einans kostaði ein hundraðkrónuseðil.

 

Jensina legði út við síni heilt egnu útseting av ‘Eins og áarstreymur rennur’. Hon greiddi frá hvussu sangurin altíð hevði verið ein partur av hennara lívið, men at tað ikki var fyrr enn í seinastuni, at hon hevði lurtað eftir orðunum og tikið tey til sín.

 

Tað er eitt sindur torført ikki at dáma kvinnuna. Hon virkar sera ektað og erlig á palli. Eina løtu greiðir hon frá, hvussu trupult eitt vinarband kann vera. Eina løtu seinni sigur hon frá onkrari pínligari søgu, ið fær øll at flenna. Bæði djúp og løtt. Allatíðina við einum smíli og ‘glimt i øjet’.

 

Jensina syngur væl og er trygg á gittaranum. Serliga - feministar, hyggi burtur - eftir kvinnuligum mátistokki, hevur hon gott tak á gittaranum. Onkuntíð kendist tað tó sum, at hon ikki heilt megnaði at fylgja við, tá ið fingraspælið gjørdist ov títt.

 

Nýggjar stjørnuføðingar

Eftir ein lítlan steðg kom Høgni Lisberg á pall. Nú var eitt sindur meiri av fólki komið, men ikki var nógv meiri enn hálvfult.

 

Fyrr í summar ummældi eg hansara framførslu á Summarfestivalinum. Ummæli var gott, men eg saknaði eitt sindur av nýggjum tilfari.

 

Hetta fekk eg tó í ríkt mát nú, tí meiri enn helvtin av sangunum hetta kvøldið vóru meiri ella minni nýggir. Samstundis greiddi Høgni eisini frá, at hann var í gongd við at skriva nýtt tilfar, sum vónandi verður ein útgáva einaferð.

 

Eitt av nýggju løgunum,‘Birth of Stars’, riggar serliga væl og boðar frá góðum. Høgni, ið vanliga ikki sigur so nógv á palli, tosaði nógv hetta kvøldið. Um hendan sangin segði hann, at onkuntíð skal okkurt keðiligt til fyri at føða nakað gott.

 

Nýggja tilfarið hjá Høgna er eitt sindur meiri blúskent enn undanfarið tilfar. Rættiliga ‘laid back’, kann man kalla tað. Og tað kann ein so dáma ella lata vera.

 

Eitt sindur av gamla tilfarinum slapp tó eisini við. ‘Morning Dew’, ‘Just Dig’ og onnur kend løg vórðu spæld, og munnharpan var eisini við á onkrum lagið.

 

Samanstappað

Fríggjakvøldið var merkt av nógvum látri og góðum tónleiki, men samstundis eisini av tekniskum trupulleikum. Tíverri. Hinvegin gekk tað sum smurt við ljóðinum leygarkvøldið, men uppmøtingin kundi verið eitt sindur betri.

 

Men øll tey framførandi skulu hava rós fyri at koma út um pallkantin. Tey prátaðu við áhoyraran og greiddi frá, hvat sangirnir snúðu seg um. Okkurt var stuttligt og lætt, meðan okkurt annað setti nakrar tankar í gongd. Júst sum sangskrivaraframførsur skulu vera. Væleydnað tiltak.