Fyri tveimum árum síðani var eingin ivi í, hvør ið skuldi verða valdur til Ársins Leiðara á Leiðaradegnum. Fleiri undraðust yvir, at viðkomandi ikki varð blivin valdur árið fyri, ella fyrsta árið, skipað varð fyri tiltakinum. Men nú bleiv tað so sum tað bleiv, og vinnarin í 2007 gjørdist væl umtókti og virdi stjórin á Føroya Tele, Andras Róin.
– Eg minnist væl, at tað var eitt sindur løgið at fáa hendan heiður, tí eg hevði júst avgjørt at fara frá sum stjóri hjá Føroya Tele, tá eg varð valdur, minnist Andras Róin.
Ein av grundgevingunum fyri at velja hann til Ársins Leiðari var, at Andras hevði torað at tikið ótradisjonellar avgerðir. Og hetta við tí ótradisjonella, er kanska vorðið eitt vørumerkið hjá Andrasi Róin. Í hvussu so er, so hevur hann framvegis sínar serstøku meiningar um bæði leiðslu, lívsvirðir og fíggjarkreppu, sum eru tey trý evnir, ið vit hava sett Andrasi stevnu at røða um.
Lítil og eingin munur
Tað er ivaleyst eitt sindur av muni á at vera leiðari ella stjóri í góðum tíðum í mun til at vera tað í ringum, men munurin er ikki so ræðuliga stórur, sigur Andras Róin. Uppgávan er líka stór í báðum tíðum, tá tað snýr seg um at tryggja, at fakliga tilfeingi í fyritøkuni verður gagnnýtt, og tá tað snýr seg um trivna og onnur lívsvirðir í fyritøkuni, heldur Andras Róin.
– Tú kanst kanska lættari verða pressaður út í eina keðiliga støðu í ringum tíðum, til dømis í sambandi við uppsagnir, men avbjóðingin fyri ein leiðari eigur at vera líka stór í góðum, sum í torførum tíðum, sigur hann.
– Í ringum tíðum er tað lættari at forklára fólki, at tey mugu gera ein eyka innsats, og kanska ikki forlanga meira, fyrr enn virkið hevur avrikað meira, leggur hann afturat.
Andras Róin er ikki arbeiðsmasokistur, men hann dugir at virðismeta og liva við teimum sveiggjum, sum koma í arbeiðslívinum, og vandarnir í teimum góðu tíðunum koma ikki ordiliga til sjóndar, fyrr enn tær góðu tíðirnar eru av.
– Tað er t.d. vandi fyri at sovna, um tað gongur ov væl, tí tá er tað ikki líka lætt at motivera fólk, sigur hann og leggur afturat, at tá mann hevur nóg mikið av øllum, er tað kanska nøgdsemi, sum at enda manglar.
Øðrvísi leiðari
Um eitt orð skal setast á leiðsluháttin hjá Andrasi Róin, er tað orðið “øðrvísi”. Í hvussu so er, tá vit tosa um leiðslur í Føroyum. Aðrastaðni hava tey karismatiskar persónsmenskur, sum leiða fyritøkur á sín heilt serstaka hátt – stjórarnir í Hummel, Virgin og Apple kunnu nevnast – meðan vit í Føroyum og øðrum smáum samfeløgum mugu leita leingi eftir slíkum fólkum.
At seta Andras í bás saman við stjórunum í teimum trimum omanfyrinevndu fyritøkum, er kanska at taka í so rívan til, men Andras hevur nakað av tí, sum hesir tríggir stjórarnir hava; nevniliga tað “ótradisjonella”. men er tað neyðugt at vera øðrvísi fyri at vera ein góður leiðari?
– Ja, generelt haldi eg at tað er ein góður eginleiki hjá einum leiðara, at hann dugir, torir og tímir at taka øðrvísi og kanska á tann hátt nýskapandi avgerðir, sigur Andras Róin.
Starvslýsingin, har tað bleiv sagt, at Føroya Tele var ein fyritøka, har tað ikki varð lagt nakað í, hvønn húðarlit og hvønn átrúnað fólk høvdu, eins og seksuella støðan hjá fólki ikki var nakað, sum fyritøkan blandaði seg uppí, var eitt dømi um øðrvísi arbeiðshátt, men talan var ikki um eina provokatión, staðfestir Andras:
– Tað var ikki meiningin við starvslýsingini at provokera nakran. Hon var prentað í teirri tíðini, tá kjakið um grein 266b í revsilógini var upp á tað heitasta, men eg vil framvegis siga, at talan ikki var um eina útsøgn, sum skuldi arga. Tað var hinvegin talan um nøkur virðir, sum í hasum føri Føroya Tele skuldi standa fyri, men samstundis virðir, sum eg haldi at alt tað føroyska samfelagið eigur at taka undir við, sigur Andras Róin.
Broytti skap
Tey 11 árini, Andras Róin sat sum stjóri hjá Telefonverk Føroya Løgtins, seinni Føroya Tele, hendi stórar broytingar.
– Eg upplivdi at vera við til at flyta Føroya Tele frá einari almennari mannfólka verkfrøðingaverð, kunnu vit siga, til at eina meiri akademiska verð, har kunningartøkni og búskapur vóru í hásæti, minnist Andras.
– Kappingin á teleøkinum gav okkum eitt spark í dintilin tann rætta vegin. Tað hevði ikki verið nóg mikið at spælt kapping – altso ímynda sær eina støðu, har Føroya Tele ikki var einsamalt á marknaðinum – tað, at aðrir útbjóðarar komu á føroyska marknaðin, gjørdi, at vit máttu og skuldu broyta fyritøkuna, sigur Andras Róin og leggur afturat.
– Ikki fyrr enn kapping er verulig, skilja øll starvsfólkini, at tað nyttar einki at ganga runt og gera sítt arbeiði hálvgott. Skal mann klára seg í einari kappingarstøðu, er neyðugt at gera sítt besta allatíðina.
Bankar mugu kenna ábyrgd
Í dag arbeiðir Andras Róin við at ráðgeva fyritøkum í m.a. leiðslu, og í tí sambandi hevur búskapur sín stóra leiklut. Fíggjarkreppan spælir sjálvsagt í hesum høpi eisini við, men hendan kreppa er ikki bara ósunn, heldur Andras Róin.
– Fíggjarkreppan er kanska sunn í so máta, at hon er við til at fáa fólk niður á jørðina aftur. Eg ivist nevniliga í, um tey fingu tað betri av at fáa sær størri bilar, hús ella bátar. Men tað er bara ótrúliga harmiligt at fólk koma í óføri, sigur hann og sendir síðani eina heilsu til peningastovnarnar:
– Tað er einki at ivast í, at bankarnir hava ein medábyrgd av fíggjarkreppuni. Teir hava aktivt spælt við í hesum “sikussinum”, og tí er tað eisini natúrligt at teir taka sín part á seg, og royna at halda út. Tíðirnar verða betri, og ein banki eigur tí at skipa sítt virksemi á tann hátt, at tað gongur út yvir so fá fólk sum gjørligt, sigur Andras Róin.
-------
Grundgevingar fyri at velja Andras Róin Ársins Leiðari í 2007:
Andras hevur framt miðvísa førleikamenning av starvsfólkumnum og skapað trivna. Hann hevur ment ein stirðnan almennan stovn til eina nútímans fyritøku. Hann hevur torað at tikið ótradisjonellar avgerðir.
----------------
Andras Róin
Føddur 15. desember 1961
Studentsprógv úr Hoydølum
Cand. Scient Pol. frá Århus Universitet í 1988.
Arbeiddi hjá Ikast Kommunu 1989 - 1990
Jydsk Telefon (seinni TDC) frá 1990 – 1995. Arbeiddi í Bruxelles, Torino og Heildelberg; ein stóran part av tíðini hjá TDC við »Strategi og liberalisering«.
Ráðgevi frá oktober 1995 fyri Telefonverk Føroya Løgtings. Stjóri har 1. desember 1995 til 2007. 2007-08: Stjóri hjá Smyril Line.