Á tingfundinum í dag, mikudagin, fer Finnur Helmsdal at seta Jógvani við Keldu, landsstýrismanni í innlendismálum fyrispurning um lítla Petur, sum mánadagin varð sendur av landinum.
Løgtingsmaðurin vil hava at vita frá landsstýrismanninum, um pápin framhaldandi hevði foreldrarættin yvir lítla Peturi og systrum hansara, eftir at mamman flutti til Føroyar at búgva aftur í 2002, og meðan hann sjálvur varð búgvandi í Danmark.
Um so er, at pápin hevði foreldrarættin, spyr tingmaðurin, um vit ikki so kunnu siga, at felags foreldrarættur er galdandi fyri Føroyar, hóast hesin ongantíð er settur í gildi fyri Føroyar, ella hevur pápi lítla Petur als ikki havt foreldrarættin síðan mamman flutti heim til Føroyar?
? Einasta grundgevingin fyri, at lítli Petur skuldi av landinum mánadagin var, at pápi hansara hevur foreldrarættin yvir honum, eins og systrum hansara. Hendan rættin fekk pápin, meðan mamma Petur enn búði í Danmark, og tí møguleiki var at fáa felags foreldrarætt sambært danskari lóg, siugr Finnur Helmsdal.
Spurningurin er bert, um foreldrarætturin hjá pápanum framvegis var galdandi, eftir at mammam flutti heim til Føroyar við børnunum at búgva ár 2002, sigur Finnur Helmsdal.