Lítli Nóa hevði blóðpropp í heilanum og varð grøddur

Tað stóð um lív hjá Nóa tá bæði prestur og prædikumaðurin Preben Hansen koma á Landssjúkrahúsið og biðja fyri nýføðinginum

Bert fáar tímar eftir at lítli Nóa varð føddur, byrjaðu foreldrini at síggja smáar ristingar á hondini á honum. Seinni vísir ein ultraljóðskanning, at heilin er hevaður.

 

Støðan hjá Nóa verður verri og verri, og hann fær staðfest blóðpropp í heilanum, tá ein CT skanning verður framd, dagin eftir hann er føddur. 

 

Foreldrini verða biðin um at gera klárt at fara til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið og at ringja eftir presti, so barnið kundi bráðdoypast. Tað stóð um lív hjá Nóa tá bæði prestur og prædikumaðurin Preben Hansen koma á Landssjúkrahúsið og biðja fyri nýføðinginum. 

 

-Hendan leygardagin um nátturðatíð varð Nóa grøddur, og hann hevur ongantíð krampað síðani, sigur Paula Ólavsdóttir, mamma Nóa. 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskifti er stórt tema um andaliga grøðing, og har ber til at lesa alla søguna um Nóa. 

 

Blaðið er í sølubúðunum fríggjamorgunin.