Islamiski bólkurin, sum myndugleikarnir á Sri Lanka halda stendur aftan fyri yvirgangsatsóknirnar í landinum, hevur stuðul úr Saudia-Arabia, og hildið verður eisini, at bólkurin á Sri Lanka hugsandi hevur fingið stuðul úr útlandinum.
Bólkurin er National Thowheed Jamath, og myndugleikarnir á Sri Lanka halda, at bólkurin hevur fingið stuðul frá einum altjóða netverki at fremja ógvusligu yvirgangsatsóknirnar.
Norski professarin, Øivind Fuglerud (mynd), sigur, at National Thowheed Jamath hevur røtur afturi í 1940-árunum. Hann skal vera stovnaður av nøkrum fáum persónum, sum hildu til í Saudi-Arabia, har tey eisini fingu religiøsa upplæring.
Professarin vísir á, at National Thowheed Jamath byggir á tað, sum rópt verður eitt "wahhabistisk og salafistisk" islam, sum merkir, at bólkurin ynskir at reinsa islamsku trúnna fyri alt, tey meta ikki er islamiskt.
Sambært Times of India er bólkurin aktivur í Tamil Nadu landslutinum har suðuri í India.
Tey umleið 10 prosentini av muslimunum á Sri Lanka hava havt traditiónir fyri at vera ein hóvligur bólkur av islamistum, og ein partur av muslimunum í landinum hava havt tætt tilknýti til aðrar religiónir og aðrar fólkabólkar.
Men, lítli bólkurin av víðgongdum muslimum á Sri Lanka - tey, sum hoyra til National Thowheed Jamath - hevur fingið heldur meira stuðul seinastu árini, og seinastu ártíggjuni hava samanbrestir verið við buddistar.
Í fjør framdi víðgongdi bólkurin eisini herverk á buddistiskar standmyndir í landinum.
Bólkurin hevur eisini skipað fyri almennum mótmælisgongum. - Hetta er ein lítil bólkur við lutfalsliga fáum fylgjarum og tí hevur heldur ikki verið hildið, at bólkurin hevur verið nøkur stór hóttan, sigur Iselin Frydenlund, sum er doktari í religiónsvísundi.
Hon vísir á, at álop, sum frammanundan hava verið á Sri Lanka, hava verið vend móti standmyndum hjá statinum, men hesaferð vórðu álopini vend móti støðum, har allur heimurin savnast, sum hon tekur til.
At lopið verður á kirkjur, har kristin eru savnað og verða rakt, sigur hon er tí, at bólkurin veit, at fólk úr vesturheimimum søkja kirkjurnar.
- Tað, sum er hent, ger meg ovfarna, og hetta visir eina nýggja stríðslinju. Álopini eru eisini fevnd av altjóða hotellum, og tað bendir á, at yvirgangsfólkini eisini ynskja at fáa altjóða uppmerksemi, sigur Iselin Frydenlund, doktari í religiónsvísundi, sum NRK hevur skift orð við.