Lítla svarta húsið

Karsten Hoydal nevndi eina av sínum søgum ?Lítla gula húsið?. Á Tvøroyri stendur eitt lítið svart hús nærhendis bryggjuni. Hetta er Gestabúðin

Dagfinn Olsen


Nærhendis bryggjuni á Tvøroyri, stendur lítið, svart hús. Húsið stendur á friðaðum øki, har m.a. gomlu doktarahúsini standa, umframt Krambúðin hjá Thomsen (Kgl. Handilin), fiskastykkið og so gamla Gestastovan, har fremmandafólk, t.d. fiskimenn, fingu innivist í gomlum døgum.

Tað er Gestabúðin, ið heldur til í svørtu húsunum. Sigrun Albinus hevur síðani 1991 rikið Gestabúðina. Har er ymiskt at fáa.

Heimavirkið! Hetta kemur einum til hugs, tá ein trínir innar, men talan er um sjálvstøðugan handil, har nógv bundin pløgg eru at fáa, umframt annað, t.d. ymsir lutir til ferðamannin, ið hava ymiskt føroyskt prentað á. Tað kann vera pennar, spælikort og annað.

Nógv vøkur pløgg eru at fáa. Sigrun bindir sjálv, men eisini binda konur til Gestabúðina. Sigrun greiðir skemtandi frá, at tann yngsta ?bindikonan? er 76 ár og tann elsta 82 ár. Eisini keypir Sigrun pløgg frá Snælduni.

Sigrun Albinus sigur, at ynskiligt hevði verið við meira sølu, men ikki nógv ferðafólk vitja har á leið. Hvussu lagnan hjá Gestabúðini verður, er eisini óvist, tí økið er friðað, og røddir hava verið frammi um, at handilin skal burtur av økinum. Men enn er einki ítøkiligt hent hesum viðvíkjandi, so enn er gamaní at fara innar í hugnaliga handilin í bryggjubrekkuni, har ein finnur mangt og hvat. Bæði gagnmikil og snotulig pløgg og ymiskt til prýðis.