Serfrøðingar halda framvegis, at vandin fyri, at smittan við tí nýggja corona-virussinum kemur til Føroya, er lítil.
Tað boðar Landssjúkrahúsið frá í dag. Men tey vísa samstundis á, at tað er neyðugt at fylgja væl við støðuni,og tey vísa eisini á, at skuldi smittan komið til Føroyar, er sjúkrahúsverkið til reiðar at handfara málið.
Í dag hevur Heimsheilsustovnurin kunngjørt, at talið á fólki, sum eru smittað, er nú komið upp á 17.000 fólk og væntandi fer talið at økjast sum frá líður.
Enn er talið á fólki, sum eru smittað í øðrum londum enn Kina, lítið, men stovnurin Heimsheilsustovnurin metir, at smittan kann fara at breiða seg, serliga til lond, har heilsuviðurskiftini eru vánalig.
Tí hevur Heimsheilsustovnurin lýst corona-virusið at vera eina heimshóttan.
Í Føroyum eru tað danska Heilsustýrið, og Landslæknin, sum hava evstu ábyrgdina fyri tilbúgvingini á heilsuøkinum. Í hesum sambandi hevur Heilsustýrið gjørt neyvar reglur fyri, hvussu farast skal fram.
Í Sjúkrahúsverkinum eru tær neyðugu fyrireikingar gjørdar og starvsfólkið er kunnað um, hvussu tey skulu bera seg at, skuldi smittan komið til Føroyar.
Somuleiðis er ein isolatiónsstova gjørd klár, útgerð fingin til vega og viðurskiftini í sambandi við at flyta sjúklingar við corona-virus eru eisini skipað.
Boðini frá Landslæknanum eru fyribils, at kemur smittan til Føroya, skulu sjúklingarnir flytast til Danmarkar, antin á sjúkrahúsið í Hvidovre ella í Skejby til viðgerðar, tí har hava tey serligar deildir fyri smittandi sjúkur.