Sum tað fyrsta landið hevur Spania gjørt av at taka undir við uppskotinum um eina ES-grundlóg.
Fólkaatkvøða var um spurningin sunudagin, og har atkvøddu 77 prosent fyri uppskotinum. Kortini vísti tað seg, at bara 40 prosent av veljarunum vóru í atkvøðuhølunum, so í veru-leikanum atkvøddiu bara umleið ein fjórðingur av veljarunum fyri grundlógini.
Tað var ES-leiðslan í Bruxelles, sum gjørdi av, at tann fyrsta fókaatkvøðan um grundlógina skuldi haldast í Spania, tí har er undirtøkan fyri samveldinum stór. Tí skuldi tað spanska útrslitið eggja øðrum ES-borgarum til at taka somu støðu. Men eygleiðarar siga við AFP, at valluttøkan í Spania var væl minni enn væntað, og at tað kann fáa veljarar í hinum londunum at sita við hús, tá teir skulu atkvøða um grundlógina.