Lítil afturgongd í lønunum fyrsta ársfjórðing

Fyrsta ársfjórðingin í ár vísa árstíðarjavnaðu tølini, at 1.782 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum, og var hetta eitt vet minni enn undanfarna ársfjórðing. Tilsamans var afturgongdin 12 milliónir krónur, og svarar tað til eina afturgongd upp á 0,7 prosent.

Í 2012 var framgongd hvønn ársfjórðing, og sjálvt um tað var ein lítil afturgongd fyrsta ársfjórðing, so er trendurin framvegis positivur, skrivar Hagstovan.

Í fiski- og alivinnuni var framgongd í 2012, men fyrsta ársfjórðing í ár var afturgongd. Afturgongdin var 14 milliónir krónur, og svarar tað til eina minking upp á 4,1 prosent.

Í byggivinnuni var afturgongd annan ársfjóðring á rað, afturgongdin er 1,4 prosent, sum er nakað minni enn í fiskivinnuni.

Í tænastuvinnunum, bæði privatar og almennar, standa lønirnar í stað.

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t. d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning VIÐ AT TRÝSTA HER.