Lítið yvir Føroya land...

Føroyska tjóðin stendur spyrjandi. Fólk flest hava varhugan av, at leiðin er ikki gongd

Eygu venda sær ímóti politisku skipanini. Tann einstaki politikarin vendir sær ímóti fólkinum og roynir eftir førimuni at tekkjast. Ein heldur, at summarfrítíðin hjá løgtinginum skal avbrótast. Annar heldur, at ein savningarstjórn er neyðug. Triði roynir at seta kílar í samgonguna. Allir hava teir sín leiklut í støðuni. Meir og minni. Umframt okkum onnur.

Støðan í Føroyum í dag er eitt úrslit av tí strategiska kyksendi, sum tjóðin hevur verið í seinastu tvey áratíggjuni. Fíggjarkreppan uttaneftir er tann ódnin, sum ein tjóð í strategiskum kyksendi ikki megnar at liva ígjøgnum. Tað ber sjálvsagt til at vóna, at ódnin hasar av, áðrenn tjóðin er kollsilgd. Tað hepnast kanska – kanska ikki.

Um tað kanska hepnast, siglir tjóðin vandasjógv kortini. Tí tilverugrundarlag føroyinga við tí livistøði, vit hava vant okkum við, kann ikki longur mennast við støði í fiskivinnuni eina. Tvey áratíggju uttan nakra nýskapan av týdningi í tilverugrundarlagnum er nýtt fyribrigdi í Føroyum síðani seinna heimsbardaga. Síðani tá og fram til áttatiárini var tjóðin eyðkend við, at hon lyfti uppgávurnar í felag. Í dag er øðrvísi.

Tað hevur verið sagt millum ábyrgdarfólk, at vit mega hyggja eftir hvørjum einstøkum smáluti í fíggjarlógini. Eg vil mæla ábyrgdarfólki til at hyggja upp frá fíggjarlógini – upp um gerandis keglið á Tingi, upp um “dagsins kreppu” í onkrum lands- ella kommunustovni.

Tað er ikki tann einstaka upphæddin á fíggjarlógini, sum ger tann stóra skaðan. Tað er mátin, fíggjarlógin verður sett saman, sum er høvuðsorsøkin til tey ørandi tølini – og til, at tað gerst alt truplari at fáa tamarhald á hvørjari einstakari upphædd. Eins væl er tað orsøkin til, at tað gerst alt truplari at fáa gott verk til høldar í ítøkiligum úrslitum.

Tí eru hyggjuráðini at bæði politikarar, og fólk við samfelagsáhuga annars, líta uppum smálutirnar og inn í gerandisdagin hjá flestu okkara – og spyrja spurningin: “Skal veruliga alt hetta til, fyri at skipa okkum 50.000 friðarfólk í okkara gerandisdegi? Kann hetta ikki gerast betur?

Tann politikarin, sum hevur áhuga og vilja til at gera ábøtur í verki, hevur eisini møguleika til tað, hvørt viðkomandi er í landsstýri, í samgongu ella í andstøðu. Í tí høpi kunnu vit onnur eftir førimuni geva okkara íkast í tann mun, sum ábyrgdarfólk ynskir tað. Ítøkiliga.