Tey bæði norsku feløgini, sum KÍ og NSÍ stríðast við í UEFA Cup kappingini, hittust sunnukvøldið í botnuppgerð í Oslo. Tað vóru gestirnir úr Molde, sum fóru úr norska høvuðsstaðnum við øllum. Molde vann 2?0, eftir at tað hevði verið málleyst í steðginum. Harvið vann mótstøðuliðið hjá KÍ í UEFA Cup við sama muni á Lyn, sum teir hóskvøldið vunnu á KÍ á Molde stadion.
Magne Hoset, sum hóskvøldið setti hol á ímóti KÍ við brotssparki, skoraði aftur hesa ferð upp á brotsspark. Hann legið Molde framum, tá ið ein tími var farin. Fimm minuttir seinni vildu Lyn menninir hava dómaran at døma brotsspark, tí ein av teirra skuldi hava verið feldur í brotsteiginum, men dómarin tagdi. Íslendski venjarin hjá Lyn, Teitur Þordarson, var ikki blíður, og Molde venjarin, Odd Berg, ásannaði aftaná, at hesa ferð hevði dómurin verið teimum til vildar.
Lyn trýsti síðstu løtuna fyri at fáa útjavnandi málið, men tað eydnaðist ikki. Í staðin var tað Molde, sum í síðsta minutti staðfesti kærkomna sigurin. Enn eina ferð var tað Magne hoset, sum var málskjútti. Í 1. hálvleiki var hann í álopinum. Tá fekk hann einki mál. Í 2. hálvleiki var hann miðvallari í vinstru í 4?3?3 spælskipanini, sum Molde eisini nýtti ímóti KÍ, og tá skoraði hann tvey mál!
Lyn hevur tapt fimm landskappingardystir á rað. Teir eru triði aftast, og tað resta fýra stig upp til fjórði aftasta plássið, sum ber trygd fyri framhaldandi luttøku í bestu deildini við sær. Molde hevur 20 stig.
Sum væntað
Hjá Rosenborg var eingin slingur í valsinum, tá ið teir vóru á vitjan í Aalesund, eftir at tað mikukvøldið á heimavølli í Europa Cup ikki hevði eydnast at fáa meiri enn málleysan javnleik ímóti La Corunia.
Rosenborg vann 2?0, og teir hava beina kós ímóti tólvta meistaraskapinum á rað. Hjá gamla stórfelagnum, Lillestrøm, hevur tað ikki verið so stuttligt seinastu árini, men nú glógvaði í. Teir vunnu 4?0 á heimavølli ímóti Bryne.
Sogndal misti eitt sindur í stríðnum um heiðursmerkini, tá ið teir bara megnaðu málleysan javnleik á heimavølli ímóti Vålerengen. Odd Greenland smurdi á heimavøllinum í Skien Tromsø av 5?0, og Bodø/Glimt styrkti um sína støðu ímillum tey fremstu, tá ið teir vunnu 3?1 á heimavølli ímóti Stabæk. Millum Stavanger og Bergen var tað rættuliga málríkt. Dysturin millum Viking og Brann endaði 3?3.