Hóast bygdin er lítil, er kortini einki sum heldur bygdarfólkinum aftur í at hava ætlanir um framburð.
Í løtuni stendur eitt rættiliga stórt kappróðrarneyst í gerð á havnarlagnum. Hetta skal verða liðugt fyri jól í ár.
- Tá hetta er greitt verða lunnar lagdir fyri eini veruligari menning av kappróðrinum í bygdini, sigur Atli S. Justinussen, formaður í Árnafjarðar Róðrarfelag.
Umframt nýggja neystið fær felagið eisini ein nýggjan kappróðrarbát komandi ár og ein aftrat um eini 2-3 ár.
Trý ár á rað
Skal ein hyggja eftir kappróðrinum í bygdini, so er neyðugt at fara aftur til 1964, tá fólk tóku stig til at manna eitt áttamannafar Árnfirðing.
Tey fyrstu árini læntu teir sær bát, men úrslitini vóru ikki heilt til vildar. Hetta lótu teir kortini ikki við seg koma, og ynsktu nú sjálvir at lata byggja ein kappróðrarbát. Fyrst tá kom broyting í.
- Ja, úrslitini vóru í roynd og veru so góð, at árini 1966, 67 og í 68 gjørdust teir føroyameistarar.
- Hetta var samstundis fyrstu ferð at eitt áttamannafar hevði vunnið eitt FM-heiti trý ár á rað!, staðfestir Atli.
Hóast góðu úrslitini, so var tað eitt øgiligt baks hjá monnum at fáa bátin til høldar. Hann var í roynd og veru goymdur í einum húsi, ið lá rættiliga ovarlaga í bygdini.
Nakað inn í 70ini góvust menn aftur at rógva, og báturin varð læntur út til onnur feløg at brúka. Tað skuldu kortini ganga útivið 30 ár, til fólk aftur av álvara byrjaðu at tosa um kappróður í Árnafirði.
Í fjør varð nevniliga Árnafjarðar Róðrarfelag endurstovnað við Atla S. Justinussen sum formanni og við eini greiðari ætlan um at útvega felagnum egið kappróðrarneyst.
Hóast stutt er fráliðið síðani tá er longu væl fingið av skafti: Seinni í ár skal kappróðrarneystið nevniliga verða klárt at taka í nýtslu!
Góðar umstøður
Tað var kortini ikki bert felagið sum varð endurstovnað í fjør. Menn drógu tann gamla kappróðrarbátin áttamannafarið Árnfirðing - út aftur úr neystinum og luttóku í FM-róðrunum.
Hóast hann róði saman við fleiri nýggjum bátum, stóð hann seg rættiliga væl, og helt í roynd og veru 5. plássið alt kappingarárið. Í ár var úrslitið ikki eins gott, men menn høvdu kortini gott mót alt árið.
- Vit sóu skjótt, at skuldi kappróðurin halda fram her í bygdini, so var neyðugt at vit fingu betri umstøður.
- Skal tú dríva ítrótt í dag, so krevst eisini at tú hevur góð hølir og góðar umstøður til venjing. Annars fært tú ikki fólk at trívast. Tí fóru vit undir at byggja hetta kappróðrarneystið, sigur formaðurin í kappróðrarfelagnum.
Hetta er samstundis fyrsta kappróðrarneystið í Norðoyggjum sum verður bygt sum kappróðrarneyst og sum eisini hevur venjingarhøli!
FM-heiti í framtíðini
Hóast felagið nú fær bestu umstøður at virka undir, so er Atli kortini avmáldur, tá hann tosar um vónirnar fyri framman.
Felagið hevur bílagt ein nýggjan bát ístaðin fyri tann gamla, sum stavar heilt aftur frá 1965. Tað er bátasmiðurin, Sámal Hansen sum skal smíða teimum bátin.
- Vit hava enn ikki avgjørt um tað verður eitt áttamannafar ella seksmannafar, sum hann skal byggja.
- Men tað taka vit støðu til, tá hann er klárur at fara undir okkara bát. Vit vóna kortini, at hann verður klárur til komandi kappróðrarár, sigur Atli.
Hóast hetta stigið so er eingin heldur ikki nevndini í felagnum - sum væntar at tann nýggi báturin stendur sum FM-vinnari á ólavsøku komandi ár. Ætlanin er tó at fáa nøkur góð úrslit.
Við tí nýggja bátinum verða umstøður skaptar til at byrja heilt frá botni av við kappróðrinum.
- Men um vit hyggja eini 5-6 ár fram í tíðina, so trúgva vit uppá at tað fer at bragda við úrslitum, slær Atli róligur fast.
Framtíð fyri sær
Nýggja kappróðrarneystið sum verður bygt á havnarlagnum í bygdini fer at kosta einar 2 mió. kr. Eftir ætlanini skal tað standa liðugt á jólum í ár.
Felagið setti sær sum mál at fáa hetta loyst úr lagdi, og nú er tað so eydnast teimum.
- Tað nyttar einki at sita úti á bygdunum og grenja. Er ikki onkur her sum tekur stig til okkurt, ja so hendir einki.
- Og tað er júst tað sum vit hava gjørt, sigur Atli.
Teir hava haraftrat bílagt sær ymiska útgerð við venjingarnar, m.a. rógvimaskinur, rennibond og annað sum natúrliga hoyrir við til eitt slíkt neyst.
Skilligt er, at fólk hava góðar vónir fyri kappróðurin í Árnafirði í framtíðini.
- Ja, vit hava eisini bílagt eitt fimmmannafar. Men tað fáa vit fyrst um eini 2-3 ár!, sigur formaðurin í kappróðrarfelagnum.
Manning aðrastaðni frá
Í Árnafirði búðu við ársskiftið 49 fólk. Men hetta heldur kortini ikki bygdarfólkinum aftur í at hava ætlanir fyri kappróðurin í framtíðini.
Sum flest onnur ítróttarfeløg í landinum um so talan er um fótbólt, hondbólt ella annað hevur Árnafjarðar Róðrarfelag eisini tørv á hjálp uttanífrá til at manna bátarnar hjá felagnum.
- Vit gera tað sama sum tey og fara at fáa fólk aðrastaðni frá at hjálpa okkum. Við Norðoyatunlinum er skjótt hjá fólki at ferðast aftur og fram.
- Okkara uppgáva verður tí at verða góð við hetta fólkið, taka okkum væl av teimum, og so at bjóða teimum tær bestu umstøðurnar til venjing.
- So kunnu úrslitini altíð koma, sigur Atli S. Justinussen.










