Lítið fólk á varmakeldustevnu

Varmakeldustevnan í Fuglafirði savnaði í ár ikki so nógv fólk, sum fleiri av undanfarnu árum

At tað regnaði og var eitt sindur myrkt í veðrinum gjørdi óivað sítt. At tað ikki var FM-kappróður var kortini óivað størsta grundin, at ikki so nógv fólk vóru til stevnuna, sum tað ofta hevur verið undanfarin ár.

Trupult var eisini at fáa bátar til kappróðurin. Eitt nú var eingin 10-mannafarsróður, og aðrir róðrar vórðu bara við nøkrum fáum bátum.


Modellbátar

Millum nógv onnur tiltøk, var eisini eitt annað vátt tiltak. Hetta var í svimjihøllini, har modellbátar vórðu sýndir fram.

Bátarnir vóru settir upp runt svimjihilin, so fólk kundu hyggja at teimum. Nógv ymisk sløg av modellbátum vóru sýnd fram bæði av fuglfirðingum og fólkum aðrastaðni frá.

Mest spennandi hjá fólki var tó at síggja teir fjarstýrdu bátarnar, sum sigldu í hylinum. Modellið av nýggja Christian í Grótinum, og modellið av Elsu (sum ikki er nakar ávísur bátur), vóru sera snøgg og hegnisliga gjørd. Tað er Hilmar Johannesen í Hoyvík, sum eigur og hevur bygt bátarnar. Christian í Grótinum hevur hann brúkt 800 tímar um at gera, og er hann beinleiðis eftir tekningini av »rætta« bátinum.