Árið í fjør royndist serstakliga illa viðvíkjandi fleyging av lunda. Og higartil í ár hevur verið lítið av lunda at síggja.
? Vit hava sæð lítið av lunda í ár, men ofta er tað soleiðis, at lundin sæst ikki fyrr enn fleygingartíðin byrjar, sigur Óla Jákup Dímun, bóndi á Stóru Dímun.
Tað er komið fyri fyrr, at næstan oyðið er við lunda inntil fleygingin byrjar, so bóndin hevur framvegis vónir um, at árið fer ikki at roynast eins illa og í fjør.
Eitt miðalár verða eini 2-3000 lundar fleygaðir, men í fjør fingu menn bert eini 300 lundar.
? Árini eru ymisk, men tað er óvanligt, at skilið er so ringt, sum tað var í fjør, greiðir Dímunarbóndin frá.
Allastaðni
Dímun er ikki einasta staðið, ið tað sá so illa út í fjør. Soleiðis var allastaðni runt Føroyar.
? Um ongin ella fáar pisur koma undan ár undan ári, so gongur tað sjálvsagt útyvir stovnin. Men nakað er vorpið, tí onkrir sildberar hava verið at síggja.
Fleygingartíðin byrjar á Syftissøku, 2. juli og heldur áfram inn í august mánað.