svimjing
Beint eftir at landsliðsvenjarin, Petur Heðin av Fløttu, hevði sagt tillukku við fyrsta gulldreingin hjá sær, sóust teir báðir tosað saman um, hvørji mistøku vórðu gjørd undir svimjingini, og hvat møguliga kundi betrast.
Vit spurdu Petur Heðin, um tað nú var vanligt, soleiðis at kritisera beint eftir ein svaraði hann nakað soleiðis:
- Mann lærir altíð av at gera feilir, so tað verður altíð tikið fram. Eisini hóast talan er um eina gleðisstund. Tað verður so sjálvandi gloymt eina løtu, men so taka vit aftur saman um seinni í kvøld, segði ein landsliðsvenjari, sum hóast alt var sera fegin um gullið.










