Føroyar/Írland: Øll hesi árini, síðani teir á heysti fyri 44 árum síðani fiskaðu saman, hevur Anthony ynskt at komið til Føroyar. Kanska var møguleiki at hitta onkrar av føroysku manningini.
Hetta hendi - mestsum av tilvild - seinnapartin í gjár, í heiminum hjá skiparanum á Búgvanum á hesum túrinum við Írland, Tórhalli Andreasen á Argjum.
Anthony Gielty fór nevniliga um tey 70 árini fyrr í hesum mánaðinum, og í hesum sambandi skipaðu børn hansara soleiðis fyri, at hann og konan fingu eina ferð til Føroyar í føðingardagsgávu.
Um vikuskiftið høvdu tey bæði brúk fyri einum hýruvogni, og lukkutíð fyri tey var førarin á hesum túrinum, Birgir Sondum sum visti eitt sindur um gamla Búgvan. Sjálvur mintist Anthony Gielty bert navnið á bátinum.
Undir stutta koyritúrinum prátaðu teir báðir so mikið saman, at Birgir bjóðaði sær til at skipa soleiðis fyri, at Anthony kundi hitta nakrar av manningini umborð á Búgvanum. Sum sagt, so gjørt.
Seinnapartin í gjár fingu Tórhallur Andreassen, Sigmund Dam av Norðskála og Niels Edvard Olsen av Argjum møguleika til at skifta orð við henda prátingarsama og hugfarsliga íran.
Hóast hann fyri nógvum árum síðani seldi bátin og flutti nakað suðureftir á vesturstrondini, fylgir hann framvegis við gongdini innan fiskivinnuna í Írlandi. Eins og í Føroyum hava verið bæði uppgangstíðir og niðurgangstíðir.
- Men eg má siga tykkum, at eg eri sera harmur um, at vit ikki av álvara byrjaðu at fiska tosk við línu sum tit gjørdu tá og gera enn.
- Tað er heilt vist, at hetta hevði komið væl við í dag, nú trupulleikar við reguleringum og kvotum hava rakt hetta økið, sigur Anthony Gielty.
Tað var vist í 11. tíma at royndu fiskimenninir hittust aftur. Anthony Gielty fór aftur til Írlands við Norrönu í gjárkvøldið.
10 mans
Nakað frammanundan hesi royndini við Búgvanum, høvdu umboð fyri Kimbil fingið samband við írskar myndugleikar og útróðrarfeløg á vestursíðuni á Írlandi.
Tað skiltist á monnum, at áhugi var at fáa størri kunnleika um føroysku línuveiðuna. Upp kom spurningurin, hvørt tað kundi borið til hjá einum føroyskum útróðrarbáti at farið niður hagar fyri at vísa teimum á, hvussu føroyingar veiddu tosk við línu.
Teir høvdu um hetta mundið góðar royndir við fiskiskapi eftir hávi og øðrum fiskasløgum við langlínu, men als ikki til tær línurnar sum teir á Búgvanum kendu so nógv til.
Eitt úrslit av hesum samráðingum gjørdist, at avgerð varð tikin um at senda Búgvan, ið varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju fá ár frammanundan, niður hagar sum eina roynd.
Tá Búgvin legði til brots av Havnini ein heystardag í 1964 vóru 10 mans við. Nakað eftir at teir vóru komnir til kenda fiskivinnubýin Killybegs á landnyrðingshorninum í Írlandi og høvdu riggað alt til, kundu teir seta teir fyrstu stamparnar.
Vónin var sjálvandi, at teir skuldu bæði fáa góð líkindi og nógva veiðu. Men hvørki av hesum sá út til at eydnast teimum.
Nógvur vindur – eingin toskur
Veðrið var sera ólagaligt hesar vikurnar. Ætlanin var helst, at royndin skuldi vara heldur longri, men eftir 40 døgum við óveðri og vánaligum toskafiskiskapi, varð avgjørt at Búgvin skuldi venda aftur til Føroyar.
- Vit skiltu, at hetta var ikki rætta tíðin til fiskiskap eftir toski. Skuldu vit veruliga royna eftir toski, so áttu vit at komið aftur í februar mánaði.
- Tá høvdu vit av sonnum kunnað fingið at vita, um tað ikki eisini bar til at fiska við línu út fyri Írlandi, greiðir Niels Edvard Olsen frá.
Teir vóru kortini ikki fyri ongum, tí rættiliga nógvur hávur var at fáa. So nógvur, at tað kom meiri enn so fyri at teir umborð á Búgvanum máttu standa í kurvunum við rulluna, fyri ikki at verða kjaftbitnir av einum hávi!
Góð tíð
Longu áðrenn Anthony Gielty yvirhøvur kom í samband við føroysku útróðrarmenninar fyri 44 árum síðani, hevði hann hoyrt rættiliga nógv um Føroyar í enska útvarpinum. Ella rættari sagt: um veðurlíkindi og øll tey mongu lágtrýstini, sum í tíð og ótíð fóru framvið vindbardu oyggjunum fyri norðan.
Hann átti um hetta mundið sín egna útróðrarbát, men kendi einki til fiskiskap við tílíkum línum, sum brúktar vóru í føroyskum farvatni.
Tað barst ikki betri á, enn at Anthony og ein annar maður, O’Sullivan av navni, fingu møguleikan at sleppa til útróður við Búgvanum.
Tíverri fyri teir báðar hendu ikki tey stóru frambrotini innan línuveiðu eftir toski á vesturstrond Írlands eftir hetta. Men bæði Anthony Gielty, Tórhallur Andreassen, Niels Edvard Olsen, Sigmund Dam og allir hinir fingu kortini nakrar góðar vikur saman.
- Eg minnist í øllum førum bara gott aftur á hesa tíðina, sigur Anthony Gielty.
Hýru í hondina
Niels Edvard Olsen av Argjum var við sum manning og sum tulkur, tí hann hevði góðan kunnleika til enskt mál.
Tann eina dagin fekk hann av sonnum brúk fyri málkunnleika sínum.
Staddur niðri í bátinum hoyrir hann óføra málageipan í erva. Tað ljóðaði fyri honum sum ein blandingur av neyðarrópi og illstøðu.
Hann skundaði sær omandeks, og sá tá alla manningina standa inni í stýrihúsinum og tjakast óført við umboðsmannin hjá írunum, sum var komin at gjalda teimum hýruna í reiðum peningi. Niels Edvard skilti beinanvegin hvat var áfatt, men tað gjørdi manningini ikki tá:
Teir hildu helst, at hann ikki vildi gjalda teimum peningin. Men tað var ikki trupulleikin. Hann vildi hinvegin hava føroyingarnar at telja peningin.
- Hann segði allatíðina við teir »Count it!« (teljið eftir). Teir vóru kanska heldur bráðir at fáa peningin í hondina.
- Men tá teir fingu at vita, hví hann reageraði og segði so, gjørdist lagið sum vera man betri, sigur Niels Edvard Olsen við einum brosi.