- Sum lærari havi eg brúkt meginpartin av míni tíð at virka sum sálarhirði hjá nøkrum børnum, sum ikki á nakran hátt hava tað gott. Tú stendur veruliga í eini tvístøðu sum lærari, sigur Anna Dalsgaard, sum hevur tikið stig til at seta saman ein áhugabólk. Bólkurin skal umboða so nógv øki innan almannaøkið sum til ber og skal kanna, um tørvur er á einari pedagogiskari-sálarfrøðiligari tænastu sum børn, ung, foreldur og lærarar kunnu venda sær til í sambandi við ein hvønn trupulleika. Anna Dalsgaard er útbúgvin fólkaskúlalærari, hevur arbeitt í Danmark í nøkur ár innan serskúlaøkið og byrjaði at arbeiða sum lærari í Havn í 1997. Nú er hon farin undir at lesa sálarfrøði.
- Tað er ógvuliga hart at síggja børn, sum ikki støðast, verða ávíst serskúlaøkið orsakað av sosialum trupulleikum. Hetta kanst tú vænta í einum stórbýi. Men trupulleikarnir eru akkurát teir somu her. Her eru børn, sum meir og minni eru yvirlatin til sín sjálvs, ongan góðan hava og hava livað soleiðis meginpartin av sínum lívi, tí foreldur av eini ella aðrari orsøk ikki hava yvirskot at taka sær av teimum. Tey ganga fyri vág og vind.
- Umframt eru tað tey børn, sum hava verið úti fyri misbrúki av onkrum slag, ágangi, kynsmisnýtslu og umsorgaransviki sum heild. Hetta eru ikki nøkur mál á einum skriviborði, sum kunnu leggjast í eina skuffu og bíða til dagin eftir, men børn, tú sum lærari stendur andlit til andlits við hvønn dag. Hóast tú ert á veg inn í eitt annað flokshøli og skalt undirvísa øðrum børnum, kanst tú ikki siga við eitt barn, sum hevur brúk fyri tær nú, at tú ikki kanst tosa við tað. Mamman liggur kanska sjúk av krabbameini og pápin hevur kanska kynsliga misbrúkt teg. Avvísir tú barnið, sum hevur veruligar trupulleikar, kanst tú ikki síggja teg sjálva í eyguni, sigur Anna Dalsgaard.
- Eitt er, at tað eru 24 aðrir næmingar, sum líða undir, at kanska ein næmingur órógvar og oyðileggur undirvísingina hvønn dag. Men næmingurin, sum órógvar, hevur tað ræðuligt, er ógvuliga keddur um støðuna og heldur als ikki, at tað er stuttligt at oyðileggja alt fyri hini. Tað vil kanska ikki órógva, men kann ikki lata vera, tí tað ikki dugir at bera seg at sosialt. Beistagerðirnar eru eitt róp um hjálp.
Týða tekin
Tað er ikki bert í larmi og beistagerðum, at næmingurin vísur, at hann hevur trupulleikar.
- Tað ber til at avlesa næmingar uppá nógvar ymiskar mátar. Óbeinleiðis kunnu teir vísa tað í einum stíli til dømis. Nógv børn eru ógvuliga opinskárað, onkuntíð mest sum ov, men tað veldst nógv um, hvørjir lærararnir eru, og ikki øll duga at avlesa børn. Børn lata seg heldur ikki upp fyri øllum lærarum. Uttan mun til, hvussu barnið vísur tekin uppá, at eitthvørt er galið, so mást tú sum lærari taka signalini hjá barninum í álvara. Hinvegin síggja vit, at tað mangan er eitt stórt glopp frá at hava eina vitan til at duga at brúka hana. Tað er eingin orka í verandi skúlaskipan hóast nógv ivaleyst vilja gera sítt besta.
Ónøktandi undirvísing
At børn í føroyska fólkaskúlanum ikki hava tað gott og at tey ikki trívast, speglast aftur í flokkinum.
- Tað ger tað í tann mun. Bæði hjá teimum sjálvum og so sanniliga eisini fyri restina av flokkinum. Sum lærari í einum flokki við í minsta lagi 25 børnum hevur tú ikki orku at skula taka tær serliga av nøkrum næmingum, í mínum føri havi eg upplivað 6-7 slíkar næmingar, tí tín uppgáva fyrst og fremst er at undirvísa. Hesir næmingar hava brúk fyri, at tú setir teg við teimum, tosar við tey, lurtar, klemmar tey og vísir, at onkur er góður við tey. Ein slíkur flokkur fær ikki ta undirvísing, sum hann eigur at fáa.
- Hevur barnið trupulleikar ella dregur við eina stóra frustrasjón, lærir tað ikki sum tað eigur. Tað rúmar heilt einfalt ikki nakra innlæring.
- Børnini, sum onga undirvísing fáa, tí tað eru nakrir næmingar sum órógva, skulu eisini fylla tíðina hjá sær við onkrum. Teir verða í grundini smittaðir og byrja so eisini at órógva. Sum lærari ert tú í eini heilt ruðuleikakendari støðu. Tað er ynski hjá einum og hvørjum lærara at sleppa at bjóða næmingum alt tað margfeldni, ein situr við, men tú kemur aldri har til í flokkum við næmingum, sum hava so umfatandi trupulleikar. Tá er tað bara ein spurningur um at yvirliva.
Lærarar ríma
Anna Dalsgaard ivast ikki í, at nógvir lærarar velja at fara úr starvi, tí teir ikki makta slíkar støður í gerandisdegnum.
- Lærarar, sum velja ikki at lata eygu og oyru aftur, makta ikki slíkt og gevast á hendur eftir nøkur ár. Meðan teir, sum ikki lata næmingarnar koma sær ov nær, yvirliva. Tí skalt tú yvirliva sum lærari, ert tú noyddur til at lata vera við at verða ávirkaður av slíkum støðum. Læraralønin er láturlig, arbeiðsbyrðan ovurhonds og uppgávurnar bara vaksa. Eg skilji væl teir lærarar, sum miðsavna seg um tað, teir eru útbúnir til, nevniliga at undirvísa. At tað so eru nakrir næmingar, sum órógva tí teir mistrívast, mugu teir so bara royna at dempa og kanska blaka út.
Læraraútbúgvingin gevur ikki lærarum nøkur ítøkilig amboð, sum kunnu brúkast í slíkum støðum. Sálarfrøði og pedagogikkur eru partur av náminum, men kortini ikki nóg mikið, heldur Anna Dalsgaard.
- Vit kunnu ikki á nakran hátt viðgera eitt barn, sum hevur tað ringt. Eg eri farin undir at lesa sálarfrøði, havi tikið fyrsta árið, í grundini fyri at fáa nøkur amboð.
Anna Dalsgaard hevur varhugan av, at talið á børnum við álvarsomum trupulleikum er vaksandi.
- Tað er ikki bara eitt barn, men fleiri børn í hvørjum flokki, sum hevur stórar trupulleikar. Í øllum floksstigum Og mínir starvsfelagar bæði í Havn og á bygd siga tað sama.
- Hetta er eftir mínum tykki ein samanrenning av størri opinleika í sambandi við tey børn, sum eru kynsliga misnýtt, umframt mátanum hjá lærarum at takla slíkar støður. Fyrr vóru órógvandi næmingar viðfarnir við harðari hond. Í og við, at linjan í skúlanum er vorðin meiri demokratisk, verður meiri órógv.
Hjálp í eygsjón
Tørvurin á eini pedagogiskari-sálarfrøðiligari tænastu skal nú kannast. Anna Dalsgaard hevur vent sær til Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Felag Móti Krabbameini, Barnabata og Rúsdrekka- og Narkotikaráðið um at vera við í kanningini. Eingin tíðarætlan er sett á, nær áhugabólkurin verður liðugur við at lýsa tørvin.
- Uttan at hava hagtøl at halda meg til, eri eg ikki eina løtu í iva í, at tørvur er á eini pedagogiskari-sálarfrøðiligari tænastu. Lærarar eg havi tosað við taka undir við, at hetta skal kannast av fullum huga. Sum er kunnu lærarar ikki venda sær til nakran, um teir skulu hava vegleiðing, tá ið teir renna seg inn í ein næming, ið hevur stórar trupulleikar. Eingin skipan er til at fáa eyga á, sum kundi hjálpt.
Hvat endaliga spyrst burturúr arbeiðinum hjá áhugabólkinum er ilt at meta um í løtuni. Sjálv heldur Anna Dalsgaard at ein nýtilig loysn hevði verið, at eitt fólk burtur av fulla tíð tók sær av slíkum trupulleikum á hvørjum størri skúla. Eitt fólk við lærara- ella pedagogútbúgving, sum hevur neyðugt innlit í tankavirksemi hjá børnum.
- Fáa hesi børn hjálp er eingin ivi um, at tey koma á rættkjøl.
Eg ímyndi mær, at um eitt fólk burtur av er á hvørjum stórum skúla til at taka sær av slíkum málum, kann nógv broytast til tað betra. Lærarar kunnu so eisini vísa næmingum, sum hava brúk fyri hjálp, til ráðgevan. Finnur ráðgevin so út av, hvør kjarnin í trupulleikunum er, kann viðkomandi fara víðari.
- Tað eru eisini børn, sum kunnu hjálpast við at fáa nakrar fáar samrøður, bara við, at onkur vaksin lurtar. Tað er altavgerandi, at eitt barn, sum hevur verið fyri ágangi frá onkrum vaksnum ella er svikin av foreldrunum so ella so, fær fult og treytaleyst álit og tryggleika á tann vaksna, sum skal hjálpa. Tað má ikki henda, at barnið fær at vita, at tað skal lata sum einki og so vita, um trupulleikin ikki hvørvur av sær sjálvum. Slíkan hugburð má barnið ikki møta.
Anna Dalsgaard heldur, at tað er umráðandi, at viðkomandi er sjónligur í skúlanum og á jøvnum føti við onnur tekur lut í tiltøkum og í flokkum, kanska sum supervisor.
- Ráðgevingin skal vera bæði fyri lærara, børn og foreldur. Sum lærari er tað gull vert at hava eitt skikkað fólk at venda sær, tá ið onkur trupulleiki stingur seg upp.
- Tað er akutt at gera nakað við støðuna nú, tí hetta er heilt nógv børn talan er um. Og í løtuni verður nógv tosað aftur og fram um børn við trupulleikum. Eg kann ikki ímynda mær annað enn at politiskur vilji er til at gera nakað við økið.
Hvat er Sernámsepilin
Anna Dalsgaard setir spurningin, sum nógv hava sett undan henni, nevniliga, hvat Sernámsdepilin er fyri ein stovnur.
- Haðani er eingin hjálp. Tað er ikki mín varhugi, at hesin stovnurin virkar sum ráðgevandi stovnur fyri fólkaskúlan. Hann klárar ikki so frægt at taka sær av næmingum, sum hava brúk fyri akuttari hjálp. At so stovnurin meir og minni verður lagdur lamin í øllum førum eitt ár orsakað av eini kanning, sigur ógvuliga nógv um hugburðin frá almennari síðu.
- At fólkaskúlin skal eitast at vera ein skúli fyri øll, er ein ella onnur romantisering av nøkrum sum als ikki er til. Tað hevur gjørt, at tey børn, sum hava brúk fyri hjálp, eru yvirlatin til sín sjálvs. At børn verða latin fólkaskúlanum, sum annaðhvørt eru brekað vegna kromosomfeil ella eru atferðartrupul av sosialum trupullleikum, uttan at veita neyðugu fólkini og pengarnar, er púra burturvið. Fólkaskúlin hevur somu karmar at virka undir sum áðrenn Spesialskúlin varð niðurlagdur. Aðra staðni, eitt nú í Keypmannahavnar kommunu, ganga tey burtur frá tí tankanum, at skúlin er fyri øll. Nevniliga tí, at eingin hevur gott av tí. Í tíggju ár sita børn, sum als ikki fáa tað, teimum tørvar, bara í varðveitslu. Tey fáa als einki burtur skúlagongdini. Og tey uppliva tað eina niðurlagið fyri og annað eftir, sigur Anna Dalsgaard at enda í viðtali.