Lærarin, sum skelkaði Skotland

Bæði í Skotlandi og Danmark verður nógv gjørt burturúr føroyska tvímálsskjúttanum, John Petersen

Fótbóltur

Ristingarnar eftir føroyska avrikið móti skotum hava enn ikki lagt seg. Sunnudagin var hetta sjálvsagt ovarliga á breddanum í nógum miðlum, men mánadagurin tóktist ikki vera stórt øðrvísi í so máta. Tað tykist í øllum førum í Skotlandi at vera so, at her varð dagurin nýttur at finna frágreiðingar til, hví alt gekk galið á Svangaskarði.
Sambært Dailyrecord og danska Ekstra Blaðnum, sum bæði hava mest sum somu grein, er eitt av svørunum heilt einfalt, at skotska liðið var ov vánaligt.
Í báðum bløðunum verður John Petersen endurgivin fyri at siga, at hann undraðist á, hvussu gott pláss hann fekk í álopinum, eins og hann eisini var bilsin um, hvussu Berti Vogts hevði sett liðið hjá sær saman.
- Eg má viðganga, at eg var bilsin um, hvussu vánaligir skotarnir vóru í fyrra hálvleiki ? serliga í verjuni. Vit høvdu í veruleikanum bert ein mann á toppinum, og kortini hevði eg nokk av plássi, tá eg skoraði bæði málini, verður hann endurgivin fyri at siga.
- Tað er mest sum ótrúligt. Báðir miðverjarnir hjá teimum spæla hóast alt í Premier League, sigur hann, og greiðir víðari frá, at hann eisini undrast á, hvussu Vogts hevði sett liðið saman:
- Verður sæð burtur frá miðverjunum og Allan Johnston, sum skoraði, tá skotar vóru her seinast, so kendi eg ongan leikara. Men eg má viðganga, at eg ikki roknaði við, at tað skuldi gerast somikið lætt at spæla ímóti teimum.
Tað er so í øllum førum tað, sum føroyski leikarin verður endurgivin fyri at siga.

Aftur gerandisdagur
Annars verður eisini gjørt nógv burturúr, at tað var ein fólkaskúlalærari úr Føroyum, sum soleiðis skuldi taka skotar á bóli.
Eitt nú hevur fyrrverandi Rangers-áleyparin, Mark Hateley, funnist hvassliga at skotsku verjuni.
- Tað er ov galið, at eitt skotskt lið bara fær javnleik móti einum liðið, sum er sett saman av fiskarum og skúlalærarum. David Weir og Christan Dailly eru somikið royndir leikarar, at ein skúlalærari skuldi verið jarðlagdur, langt áðrenn hann somikið sum kom inn á vøllin, men kortini fær John Petersen skotið tvey mál móti teimum, og tað er snøgt sagt ikki nóg gott, sigur Hateley.
Júst orðini frá Hateley um »skúlalæraran« tykjast veruliga hava sett seg fast hjá skotsku miðlunum, og í øllum førum varð nógv gjørt burturúr, at John Petersen mánadagin hevði ein púra vanligan gerandisdag, har undirvísingin í Eysturskúlanum stóð fremst á skránni.
Í útlendsku bløðunum verður hann endurgivin fyri at siga, at talan nú aftur er um ein vanligan dag, og tó at onkur av næmingunum kanska spyr um landsliðstroyggjuna ella líknandi, so roknaði hann ikki við nøkrum stórvegis broytingum.
Dailyrecord, sum eisini var blaðið, sum prentaði greinina við Hateley, endar sína søgu um føroyska skúlalæraran við niðanfyristandandi myndini og myndatekstinum, sum vit lata vera við at umseta á hesum sinni.