Lærararnir til samráðingar í morgin

- Allar samráðingar eru týdningarmiklar, ikki minst hesar, tí vit hava fingið so nógv nýtt upp í okkara arbeiði, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag

Í morgin sessast nevndin í Føroya Lærarafelag og samráðingarfólkini í Fíggjarmálastýrinum við borðið at samráðast um ein nýggjan sáttmála fyri teir umleið 800 lærararnar í Føroyum.

Forkvinnan í Føroya Lærarafelag veit ikki at siga, um samráðingarnar verða harðar ella drúgvar, men hon dylur kortini ikki fyri, at hon og nevndin fara at gera alt fyri at røkka málinum, tey hava sett sær.

- Vit høvdu sett nakrar dagar av til samráðingarnar, men sum skilst, skal Fíggjarmálastýrið longu fríggjadagin í holt við eitt annað fakfelag. Hetta kann tykjast eitt sindur løgið, tí tað frægasta hevði jú verið, at vit gera okkum liðug, áðrenn aðrar samráðingar byrja. Tað sleppa vit eftir øllum at døma ikki, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Forkvinnan í Føroya Lærarafelag veit ikki, hvussu tað fer at ávirka samráðingarnar, at tær verða avbrotnar á henda hátt.

- Tað verður mest óheppið fyri Fíggjarmálastýrið. Tá ið fólkini skulu býta seg millum øll fakfeløgini, verða tey ikki heil nakra staðni. Vit kunnu fara heim millum samráðingarnar, leggja nýggja strategi, meðan tey verða meiri hálv, og tað er altíð óheppið, tá ið samráðast skal. Tað eru í øllum førum nógv viðurskifti hjá Fíggjarmálastýrinum at seta seg inn í í senn.


Løn í samsvari við arbeiðið

Uppleggið hjá Føroya Lærarafelag er ikki ókent. Lærararnir í Føroyum skulu ikki bert hava lut í generellu lønarhækkingini, ið aðrir starvsbólkar fingu undir samráðingunum í vár. Lærarafelagið krevur umframt, at lønin skal svara til, at lærararnir hava fingið álagt meiri arbeiði eftir, at nýggja fólkaskúlalógin kom í gildi. Sostatt góðtekur Lærarafelagið ikki longur, at landsins myndugleikar siga seg ikki hava ráð at gjalda tað, sum nýggja fólkaskúlalógin kostar.

Nú samráðingarnar standa fyri durum, fær Føroya Lærarafelag nógvar áheitanir frá sínum limum.

- Limirnir eru spentir uppá, hvussu fer at gangast okkum. Hesar samráðingarnar eru ógvuliga týdningarmiklar, tí vit hava fingið so nógv nýtt upp í okkara arbeiði.


Onkur víkir uttanum

Elsa Birgitta Petersen harmast um, at onkur skúli longu hevur sett ymiskt í verk í samsvari við krøvini í nýggju fólkaskúlalógini.

- Summir stjórar hava lagt trýst á lærarar fyri at fáa teir í gongd við ymiskt av tí nýggja, ið nýggja lógin ásetur. Vit vilja ikki hava, at teir fara í gongd fyrr enn vit hava fingið eftirlíkað krøvini, vit hava til samráðingarnar.

Verða krøvini ikki eftirlíkað, hevur Føroya Lærarafelag í hyggju at seta tiltøk í verk. Eitt nú at blokera soleiðis, at eingin skúli skal arbeiða eftir nýggju ásetingunum í fólkaskúlalógini, ið viðføra meiri arbeiði, men onga lønarviðbót.

- Henda ætlanin er ávegis. Og tá mugu vit hava stuðul frá øllum limunum. Men sum alla aðra staðni, eru tað nøkur, sum ikki vilja samstarva. Tað er óheppið, men meg nervar tað ikki, tí so leingi viðkomandi eru limir í felagnum, skulu tey gera eftir okkara boðum. Annars er tað bara úr felagnum.

Sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið fór úr gildi 1. juli. Síðst í juni hittust partarnir um samráðingarborðið, men Lærarafelagið ynskti at fáa samráðingarnar útsettar til eftir summarsteðgin. Samráðingarnar fara fram í Fíggjarmálastýrinum.