Lærarar eru ikki nóg væl fyrireikaðir

Læraraútbúgvingin brynjar ikki læraran nóg væl til tær nógvu avbjóðingartnar, sum eru í skúlanum

Tað staðfestir kanning, Hans Harryson hevur gjørt um korini hjá lærarum, skrivar Skúlablaðið.

Kanningin vísir, at sum heild føla nýútbúnir lærarar seg fakliga væl fyri.

Men tá ið ræður um almenna frálærufrøði og grundleggjandi tættir í lærarastarvinum, er verri statt.

- Eitt dømi er, at rættiliga nógvir lærarar halda at læraraútbúgvingin ikki fyrireikar teir nóg væl at gera ársætlan, at nýta fjølbroyttar undirvísingarhættir, at finna hóskandi undirvísingartilfar, at eftirmeta undirvísingarúrtøkuna hjá einstaka næminginum, at eftirmeta egna undirvísin og so framvegis.

- Hesar førleikar vóru nýtútbúnu lærararnir noyddir at læra seg sjálvar, eftir at teir vóru settir í starv.

Annars vísir kanningin, at tað eru næmingar við serligum avbjóðingum, sum fylla allarmest hjá lærarum í dag, sigur Skúlablaðið.

- Kanningin vísir, at næmingar, ið hava serligan tørv, fylla nógv í gerandisdegnum í skúlanum, í kjakinum á lærarastovum og í tilvitskuni hjá nýútbúnum lærarum.

Á nýggju útbúgvingini er sernámsfrøði ein linja, men lærarar halda, at sernámsfrøði eigur ikki at vera ein linja ella eitt fak, men nakað, sum øll lesandi á læraraútbúgvingini skulu ígjøgnum og fáa undirvísing í, tí allir lærarar, sama hvørja vallærugrein teir hava, møta næmingum við serligum tørvi.