Lærarafelagið vil fegin vita, hvat løgmaður meinti ítøkiliga, tá hann segði í síni nýggjársrøðu, at tíðin við smáum skúlum er farin. - Er tað ein skúli við fimm næmingum ella ein skúli við 50 næmingum?, spyr Lærarafelagið á sínari heimasíðu.
Politiski myndugleikin hevur í áravís tosað um, at tíðin er farin frá líltum bygdaskúlum. Landsstýrið hevur ætlanir at fremja ein skúlareform, men landsstýrisflokkarnir eru framvegis ikki samdir, um tað skal hava við sær, at smáu bygdaskúlarnir verða niðurlagdir.
- Siga vit, at á einum lítlum skúla eru færri enn 50 næmingar, so tosa vit um 22 skúlar. Á hesum skúlum ganga 365 næmingar, og har starvast millum 50 og 60 lærarar. Úr einum planøkonomiskum sjónarhorni sigur tað seg sjálvt, at hesir 22 skúlarnir verða lagdir saman til ein, men so einfalt er tað sjálvandi ikki, skrivar felagið á heimasíðuni.
Lærarafelagið krevur, at tað verður tikin støðan til starvsfólkaviðurskifti í eini møguligari tilgongd at umskipa skúlabygnaðin.