Læra kvinnur at stovna egið virki

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur gjørt av at stovna eina skipan, sum skal fremja møguleikarnar hjá kvinnum at stovna egið virki

? Mangt bendir á, at kvinnur við góðum vinnuligum hugskotum mangan halda seg aftur at fremja ætlanirnar í verki. Tí verður stig tikið til hetta ser-staka átak at fjølbroyta føroyska vinnulívið, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Endamálið við verkætlanini er at skipa fyri skeiðum, har dentur verður lagd-ur á:
· at kvinnur verða kunnaðar um, hvussu ein fyritøka verður stovnað og rikin,
· at gera kvinnur førar fyri at arbeiða við og fremja egin hugskot,
· at leiðbeina um, hvar vitan fæst um vinnu,
· at gera eitt samstarvsnet millum kvinnur í somu ella líknandi støðu og millum vinnuhugaðar kvinnur og vinnulívið.
Miðað verður eftir, at luttakararnir fáa holla vitan um endamálið við atliti at:

1)marknaði,
2) fígging,
3) innkeypi,
4) vørustýring,
5) hvussu semjur verða gjørdar o.a.

Tá ið skeiðið er liðugt, hava luttakararnir gjørt eina virkisætlan, sum tekur støði í rakstri av egnari fyritøku.
? Ætlanin við átakinum »Kvinnur sum íbirtarar« er at eggja kvinnum at luttaka í handils- og vinnulívinum og soleiðis eisini stuðla upp undir, at javnvág verður millum kvinnur og menn í býtinum at eiga og reka fyritøkur, sigur landsstýrismaðurin.
Kvinnur sum íbirtarar verður skipað sum skeið við ásettum tímatali um vikuna í ávíst vikutal. Kvinnur, sum eru sjálvvinnurekandi, kunnu eisini luttaka og fáa leiðbeining um vinnuligar framtíðarmøguleikar.
Fyrilesarar/leiðbeinarar vera fólk úr vinnulívinum og vinnuskúlunum við royndum í ráðgeving.
Byrjað verður primo 2002. Skeiðið verður lutað sundur í fyrilestrar og upp-gávutímar. Í uppgávutímunum verður dentur lagdur á, at luttakararnir gera virkisætlanir, sum kunnu taka støði í egnum verkætlanum.
Ymiskar vinnufyritøkur, herundir fíggjar- og tænastufyritøkur, vitja á skeið-num. Kvinnur, sum hava stovnað og rikið vinnufyritøkur, vitja og greiða lut-takarunum frá sínum vinnuroyndum.
Skipanin verður fíggjað partvís við luttakaragjaldi og partvís við stuðli úr Vinnuframagrunninum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.