Fiskivinna
Tey fyrstu línuskipini, sum fóru til Íslands at royna í vár, fingu væl av fiski og munandi meira, enn skipini tá fingu undir Føroyum.
Nú frættist, at fiskiskapurin undir Íslandi er munandi lakari.
Niclas Davidsen, landingarformaður hjá Landingarmiðstøð Føroya á Toftum, veit at siga, at Mascot og Strandingur, sum eru undir Íslandi, hava boðað frá landing antin fríggjadagin ella mánadagin, og skipini hava eini 100.000 pund í part.
Línuskipið Stapin hevur eisini boðað frá landing mánadagin, og Niclas heldur, at teir eisini eru undir Íslandi hendan túrin.
Á Toftum hevur annars ikki verið nógv landing hesar seinastu dagarnar, og væntandi er ikki, at nakað serligt verður at gera, fyrr enn tey fyrstu línuskipini koma innaftur.
Í dag landar garnabáturin Drelnes, sum hevur eini 18.000-20.000 pund, og í gjár landaði Vesturfarið einar 28 kassar. Teir brutu túrin av vegna vánalig veðurlíkindi.