- Lítla lønin elvir til irritasjón, líkasælu, manglandi og undirlutakenslur, sigur ein sjúkrasystir í trivnaðarkanningini, sum Granskingardepilin fyri Økismenning hevur latið gera.
Í kanningini er spurt um lønina sum sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa, og her sæst skilliga at hon samsvarar ikki við arbeiðsbyrðuna.
Vanligastu hættirnir at samsýna starvsfólkinum er við løn, møguleikum at gera karrieru og við viðurkenning.
Tað eru tó kanska helst viðbøturnar fyri tær skeivu arbeiðstíðirnar sum eru ov lítlar, serliga tá hugsað verður um at sjúkrarøktarfrøðingarnir arbeiða skiftandi vaktir, halgidagar og vikuskifti.
- Skulu vit fáa nýggjar sjúkrarøktarfrøðingar og fáa tey at verða verandi í starvinum, er at hækka normeringina og lønina munandi, sigur ein sjúkrarøktarfrøðingur í 50’unum sambært kanningini.