Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, er ímóti, at sosial dumping fer fram á okkara arbeiðsmarknaði, og at føroyskir handverkarar ikki sleppa til arbeiðis í Føroyum. Men hann staðfestir, at lønarviðurskifti ikki eru umfatað av Hoyvíkarsáttmálanum
Jørgen Niclasen vísr á, at hann fyrr í vikuni fekk ein spurning á løgtingi, um tað er í samsvari við Hoyvíkarsáttmálan, at íslendskar fyritøkur, sum fáa almenn arbeiði í Føroyum, kunnu gjalda arbeiðsfólkinum íslendska løn.
- Eg vil, at allir borgarar í landinum skulu fáa innlit í, hvussu hesi viðurskifti eru sett saman. Tískil vil endurtaka tað, sum eg áður havi sagt um hetta mál, sigur Jørgen Niclasen.
1. Lønarviðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru ikki ásett við lóg, men við semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
2. Hoyvíkarsáttmálin ásetur, at landsins lógir ikki mugu gera mismun millum føroyingar og íslendingar.
3. Lønarviðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru tískil ikki umfatað av Hoyvíkarsáttmálanum.
Uttanríkismálaráðharrin vísir á, at hann sjálvandi er ímóti, at sosial dumping fer fram á okkara arbeiðsmarknaði, og at føroyskir handverkarar ikki sleppa til arbeiðis í sínum egna landi.
- Vinnumálaráðið umsitur arbeiðsmarknaðarmál, og eg vóni, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum saman við hesum myndugleika finna eina loysn á hesum trupulleika. Eisini kann jøvn kapping tryggjast í treytunum í almennari útbjóðing, sigur Jørgen Niclasen.