Tað hevur verið stórur vøkstur í lønargjaldingunum seinastu tveir ársfjórðingar. Seinasta ársfjórðing fóru lønirnar fyri fyrstu ferð upp um 2.2 milliardir.
Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Tað er framgongd í so at siga øllum vinnubólkum, men tað er serliga byggivinnan, ið hevur stóran vøkstur. Fyrsta ársfjórðing í á rindaði byggivinnan 292 milliónir í lønum, ið er ein framgongd er ein framgongd á 13.3% í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Flestu vinnugreinar høvdu framgongd, men nakrar høvdu tó afturgongd og stóðu í stað. Í fiskivinnuni stóð at kallað í stað, 277 milliónir útgoldnar í ár í mun til 273 milliónir fyrsta ársfjórðing í fjør, og sjóflutningur minkaði úr 101 milliónum niður í 100 milliónir í ár.