Læna grót til vegin til nýggja Hvalbiartunnilin

Vegurin til nýggja Hvalbiartunnilin skal gerast næsta ár, so at tað er klárt at bora beinanvegin í 2019

Dagurin, har farið verður undir arbeiðið at gera nýggjan Hvalbiartunnil, nærkast í hvørjum. Og nú verður arbeitt fram ímóti at fara undir at bora sjálvan tunnilin fyrst í 2019.

 

Í løtuni verður arbeitt við at projektera verkætlanina, og næsta ár verður farið undir at útvega lendið til vegin til tunnilin. Og næsta ár er ætlanin annars, at allar fyrireikingarnar til tunnilin skulu verða lidnar. Tað merkir, at eisini vegurin til tunnilin skal gerast næsta ár.

 

Á fíggjarlógini fyri næsta ár er ætlanin at seta tríggjar milliónir krónur av til vegin og fyrireikingarnar annars.

 

Ein vegur krevur nakað av grótið, og tað hevur Landsverk ikki. Men tá ið Løgtingið henda dagin umrøddi fíggjarlógina fyri næsta ár, upplýsti Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, at Landsverk ætlar at læna grót frá Hvalbiar Kommunu til vegin.

 

Kommunan hevur eitt grótbrot og haðani skal Landsverk so læna grót til vegin til tunnilin. Landsstýrismaðurin sigur, at avtalað er gjørd við bygdaráðið um hetta, og tá tað so verður farið undir at bora sjálvan tunnilin, skal Hvalbiar Kommuna fáa grótið aftur.

 

Henrik Old sigur, at arbeiðið at gera vegin til tunnilin skal bjóðast út í vetur.