Læknin ovfarin av gestablídni

Læknin ? altso tann ordligi læknin, hin í sjónvarpinum ? var herfyri á ferð í Føroyum. Peter Qvortrup Geisling hevði fyrilestrar í Havn og á Viðareiði, og áhugin var stórur. Læknin var hugtikin av Føroyum og serliga føroyska gestablídninum.
Hann hevur fastan teig í danska vikublaðnum Ude & Hjemme, og har skrivar hann um upplivingar sínar í Føroyum.
? Ein eldri kvinna og dóttir hennara høvdu frætt, at eg savni frímerki, so tey bjóðaðu mær til kaffi. Vit fingu eitt hugnaligt prát, og eg fekk fimm gomul postkort úr Føroyum, greiðir læknin frá.
Ein hýruvognsførari, sum læknin koyrdi við í Havn, hevði fingið frænir av, at hann skuldi hava fyrilestur, samstundis sum danska røðin Krøniken var í sjónvarpinum.
? Tá eg skuldi aftur til Danmarkar, kom eitt starvsfólk á flogvøllinum til mín við einum brævbjálva. Í honum lá ein heilsan frá hýruvognsføraranum. Hann hevði tikið Krøniken upp á video til mín.